Høgni Hoydal hevur sent kunngerð til hoyringar, ein kunngerð, sum tekur lívið av útróðrinum í Vágum og Sandoynni.
Útróður er ikki serliga lønandi, men enn eru nakrir sum royna. Várróðurin áVágahavinum er umleið helvtin av ársinntøkuni. Útróðrarmenn í Vágum og í Sandoynni havi í áratíggju havt hetta økið til at bjarga inntøkuna fyri árið.
Nú vil landsstýrismaðurin taka hendan møguleikan burtur. Snella og sjálvt pilkur verður bannað í bestu fiskitíð.
Áhugavert er, at landsstýrismaðurin samstundis vil opnað eitt økið norðanfyri.
Vóni, at samgongufólk kunnu steðga landsstýrismanninum í hesi ætlan. Verður kunngerðin lýst, so er útróður í Vágum og Sandoynni søga.
Jørgen Niclasen, tingmaður