Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Jan Højgaard: Uppskotið um nýskipan letur upp fyri spekulatión og korruptión

Verandi uppskot frá Landsstýrinum um ‘fyrisiting av sjófeingi’ letur upp fyri spekulatión og korruptión, av tí at tað gevur ov nógva makt til eitt embætisverk sum ikki er nóg álítandi; tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard. 

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

“Umsitingin hevur ferð eftir ferð gjørt mistøk, eisini álvarslig mistøk, uttan tó at tað hevur víst seg at fáa nakrar avleiðingar,” segði Jan Højgaard í samrøðu við blaðið Sjógvur & Fólk, sum kemur út í næstum. “Dømini eru fleiri, frá Anitu til óregluligar flytingar av loyvum… nóg mikið til at vit ikki kunnu hava fult álit á umsitingini.”

Sambært FF formannin kann umsitingin ikki metast sum immun móti møguligum mutursfreistingum í framtíðini, sum lógaruppskotið letur upp fyri við at geva ov stórt vald til embætisverkið umvegis kunngerðir, samstundis sum ein stórur partur av fiskirættindunum skulu seljast um uppboðssølu fyri at fáa meira kapping um at sleppa framat at fiska — nakað sum kann fáa óhepnar avleiðingar um sokallaðir strámenn fáa kvotur meðan verulig fiskireiðarí verða við sviðusoð.
“Politikararnir sita bert í avmarkaða tíð, men tey í umsitingini kunnu sita yvir langa tíð, og tað gevur teimum eina ógvuliga sterka støðu í aðalráðunum. Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur, í sambandi við fleiri málsviðgerðir, víst at hon livir ikki upp til ein nóg høgan standard hvat viðvíkur mannagongdum og ábyrgd. Tí er tað óðamannaverk at lata størri partar av lógini vera upp til umsitingina gjøgnum ein hóp av komandi kunngerðum.”
Jan Højgaard vil vera við at lógaruppskotið um nýskipan av fiskivinnuni leggur gjøgnum óhoyrda kunngerðastýring upp til at embætisfólk fáa størri makt enn nakrantíð. Uppboðssøla av rættindum vil samstundis, meinar hann, flyta snúningspunktið í vinnuni frá tí sum higartil hevur verið — rakstri og íløgum og øllum tí sum hoyrir til fiskiskap — til sjálv rættindini, sum ístaðin koma at verða sett í miðdepilin; tískil verður trýstið hægri á umsitingina í sambandi við rættindini.
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/10/jan-hjgaard-uppskoti-um-nyskipan-letur.html#more