Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hoyringssvar til fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan.

Fyriliggjandi fiskivinnunýskipan fer at kosta Klaksvíkar kommunu dýrt

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu mótmæli eg harðliga teimum ætlanum, sum landsstýrið hevur við fyriliggjandi uppskoti um fiskivinnunýskipan, sum m.a. hevur hesar fylgjur fyri vinnuna í Klaksvík og Norðoyggjum:

Klaksvíkar kommuna hevur gjøgnum árini gjørt íløgur fyri trísiffraðar milliónaupphæddir í at skapa karmar fyri okkara høvuðsvinnu. Hesar íløgur eru gjørdar út frá galdandi lógarverki, sum ger tað møguligt hjá kommununi at fáa nakað aftur av teimum íløgum, sum gjørdar eru í karmar um fiskivinnuna. Tí er tað ómetaliga óheppið og als ikki at góðtaka, at kollveltandi broytingar av fiskivinnulóggávuni verða gjørdar, sum taka frá kommunum og lokalsamfeløgum, ið hava satsað fiskivinnu, fyri at geva øðrum økjum, sum ikki hava raðfest og gjørt tilsvarandi íløgur.

Fiskivinnunýskipanin er nógv umrødd í miðlunum og á tingi, men enn havi eg hoyrt millum lítið og einki um, hvørjar tær økisligu og kommunalu avleiðingarnar verða av tí kapitaldrening av vinnuøkjunum kring landið, sum fyriliggjandi uppboðssølu- og tilfeingisgjøld fara at elva til, har okkara kommuna kann  væntast at verða einaharðast rakt av øllum, tí fiskivinnan er so týðandi partur av okkara inntøku- og lívsgrundarlag.

Tað er umráðandi, at vinnunevnd løgtingsins ger sær greitt, at henda ætlaða kollvelting av høvuðsvinnuni fer at kosta Klaksvíkar kommunu dýrt.

Sambært landsstýrisins egnu viðmerkingum og útrokningum kann væntast, at samlaðu, árligu uppboðssølu- og tilfeingisgjøldini verða umleið 500 mió. kr.

Av hesum kann roknast við, at fiskivinnan í Norðoyggjum fer at bera ein ógvuliga munandi part av hesum, tí hon er so stórur partur av samlaðu føroysku fiskivinnuni. Sí niðanfyri standandi leysliga yvirlit yvir skip og bátar í Norðoyggjum, samanborið við alt landið, sum vísir, at ein munandi partur av vinnuni er í Norðoyggjum, sum í dag eru okkara høvuðs inntøku- og lívsgrundarlag.

Høvuðs lívsgrundarlagið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum er sjó- og alivinnan.

At sjó- og alivinnan er høvuðs lívsgrundarlagið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum er ógvuliga eyðsýnt, tí sum niðanfyri standandi yvirlit vísir, so er ein munandi partur av hesi vinnu staðsettur í Klaksvík og Norðoyggjum:

 

(Gadus og Sjúrðarberg)

(Norðborg, Christian í Grótinum og Næraberg)

(Borgarin, Norðingur og Slættaberg)

(Slættaberg, Saksaberg, Stjørnan, Polarhav, Grønanes, og Vestmenningur)

(Klakkur, Núpur, Kvikk, Jákup B., Ågot, Pison og ‘Riba’)

(Fiskifarið, Varðin og Olga Maria)

(Norðsøki, Kallanes, Bragd, Brandur, Líðhamar, Bjørgvin, Karlamagnus, Havsbrún og Sigurfarið)

[Í Klaksvík er harumframt ein garnabátur, sum roynir við havtaskugørnum: Guðrun]

Eitt álop á fiskivinnuna er tí eisini eitt álop á Klaksvíkar kommunu!

Ein niðurlaging av fiskivinnuni er tí eisini ein niðurlaðing av Klaksvíkar kommunu!

– og tað er nakað, ið eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á ongan hátt kann góðtaka.

Sama kann, eftir mínum tykki, sigast um allar norður-eystur Føroyar, sum fevnir um Klaksvík og Norðoyggjar, Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð, har samanlagt umleið 10.000 fólk búgva. Saman við Skálafjarðarøkinum er hetta eitt øki, har aktørar og kommunur veruliga hava satsað sjó- og alivinnu, bæði á sjógvi og landi, og hava gjørt stórar íløgur í hetta.

Ikki av tilvild, at fiskivinnan er so stór í Klaksvík og Norðoyggjum

Tað er ikki nøkur tilvild, at ein so stórur partur av føroyska fiskiflotanum er heimahoyrandi í Klaksvík og Norðoyggjum. Aftan fyri hvørt einasta skip, bát og virki er ein søga um persónar, sum hava sett lív, pening, evnir og orku í at gera íløgur, at reka og at menna tað, sum í dag er ein inntøku- og lívsgrundarlagið hjá Klaksvík og Norðoyggjum.

Í fleiri førum hava okkara lokalu vinnulívsfólk latið stórar upphæddir fyri at keypa skip, bátar og veiðirættindi frá persónum úr øðrum pørtum av landinum. Tað kann tí ikki koma upp á tal, at landsstýrið nú fer inn at skerja hesi somu veiðirættindi, sum okkara vinnulívsfólk og fyritøkur longu hava goldið dýrt fyri, til tess at býta hesi útaftur til aðrar partar av landinum.

Næstan túsund løntakarar í fiski- og alivinnuni í Norðoyggjum

Almenn hagtøl vísa, at vinnugreinarnar “fiskiskapur”, “ali- og kryvjivirki”, “fiskavøruídnaður” og “sjóflutningur” í 2016 høvdu ikki færri enn 876 løntakarar í Norðoyggjum – sí mynd.

Sambært upplýsingum frá landsstýrinum sjálvum verður, sum nevnt, roknað við, at fyriliggjandi uppskot til fiskivinnuskipan fer at kosta vinnuni umleið 500 mió. kr. um árið í uppboðssølu- og tilfeingisgjøldum, sum fara at skerja og niðurlaga inntøkugrundarlagið ógvuliga munandi hjá hesi vinnu, sum er tann berandi í okkara kommunu.

Tí er veruliga vandi á ferð fyri inntøkugrundarlagnum hjá Klaksvíkar kommunu, um fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan – so sum tað í løtuni sær út – verður sett í verk.

Umleið hálv milliard í lønarútgjaldingum í fiskivinnuni í Norðoyggjum

Samlaðu lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni í Norðoyggjum eru umleið 450-500 mió. kr., so tað má vera øllum kunnugt, at broytast hesar nøkur prosent niðureftir sum avleiðing av fyriliggjandi fiski-vinnunýskipanaruppskoti, so verður beinanvegin talan um stórar upphæddir, sum inntøkurnar í Klaksvíkar kommunu fara at lækka, um fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan verður framt í verki, soleiðis sum tað sær út í løtuni.

Allir løntakarar hjá vinnuni í Norðoyggjum búgva ikki í Klaksvíkar kommunu, men meginparturin ger. Samlað geva lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni umleið 90-100 mió. kr. í kommunuskatti, og um vit siga, at 30% av starvsfólkunum búgva aðrastaðni enn í Klaksvíkar kommunu, so fær kommunan umleið 60-70 mió. kr. í beinleiðis inntøkuskatti av hesi vinnu, sum svarar til ein fjórðing av allari inntøkuni hjá kommununi, sum er umleið 250 mió. kr.

18 mió. kr. í partafelagsskatti frá vinnuni

Ein onnur inntøka, sum Klaksvíkar kommuna fær beinleiðis frá vinnuni, er partafelagsskatturin, har kommunurnar fáa 30%, meðan landið fær 70%

Her hevur Klaksvíkar kommuna gjørt stórar og kostnaðarmiklar íløgur í karmar og umstøður til vinnuna. Talan er samanlagt um stórar milliónaupphæddir, sum hava gjørt tað møguligt hjá vinnuni at mennast og harvið at gjalda kommununi aftur, eitt nú umvegis partafelagsskattin.

Henda inntøka er ein tann fyrsta, sum verður rakt, um landsstýrið sleppur at seta í verk fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan, sum fer at áleggja vinnuni tilfeingis- og uppboðssølugjøld á fleiri hundrað milliónir.

Tað er tí ómetaliga álvarsamt fyri Klaksvíkar kommunu, um fyriliggjandi uppskot verður samtykt, so sum tað í løtuni sær út.

Omanfyrinevndu viðurskifti snúgva seg um beinleiðis avleiðingarnar av teimum uppboðssølu- og tilfeingisgjøldum, sum fyriliggjandi fiskivinnunýskipan fer at hava við sær, men tíverri eru eisini aðrar, óbeinleiðis avleiðingar av hesum uppskoti.

Eitt at størstu vinnusamtøkunum keypir tænastur fyri umleið 260 mió. kr. árliga

Eitt av størstu vinnusamtøkunum í Klaksvíkar kommunu keypir einsamalt tænastur frá øðrum veitarum, bæði í lokalsamfelagnum og kring landið, fyri samanlagt umleið 260 mió. kr. (íroknað olju).

Av hesum avleidda virksemi, sum henda fyritøka einsamøll skapir, verða 90 mió. kr. goldnar í lønum frá viðkomandi veitarum. Av hesum lønum verða 18 mió. kr. goldnar í beinleiðis kommunuskatti.

Sum nevnt, er hetta bert frá tí einu, stóru fyritøkuni í Klaksvíkar kommunu – samlaða upphæddin er munandi størri fyri alt lokalsamfelagið.

Fiskivinnan stóra ávirkan á avleidda vinnuvirksemið

Almennar skrásetingar vísa, at talið av størvum innan skipasmiðjur og smiðjur v.m. í Norðoyggjum var umleið 60 í 2010. Um hetta mundið var tað, at Føroyar vunnu sær nýggj altjóða veiðurættindi eftir uppisjóvarfiski, sum gjørdi at uppisjóvarvinnan sjálvandi fekk góðan vind í seglini.

Men tað áhugaverda við hesum er at síggja, hvussu ítøkiliga og beinleiðis framgongdin í fiskivinnuni skapir eina øking í einari avleiddari vinnu, tí frá 2010 til 2015 økist talið av størvum innan skipasmiðjur og smiðjur v.m. úr umleið 60 upp í næstan 115, altso næstan ein tvífalding av smiðjustørvum í Norðoyggjum eftir bert 5 árum. Hetta hevur ikki minst stóran týdning fyri møguleika hjá ungum fólki at fáa lærlingapláss.

Hetta dømið staðfestir heilt greitt, hvussu stóran týdning og ávirkan fiskivinnan hevur á aðrar vinnur í lokalsamfelagnum, og tað merkir samstundis, at ein niðurlaðing av fiskivinnuni eisini fer at hava beinleiðis ávirkan á avleiddar vinnur í Klaksvík og Norðoyggjum – sí mynd.

Avleiðingarnar kunnu gerast sum ein kavabóltur

Fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan hevur – sambært upplýsingum frá landsstýrinum sjálvum – ta avleiðing, at umleið ein hálv milliard um árið skal takast úr vinnuni og inn í landskassan.

Í dag skapir vinnan eina rúkandi menning, útflutning og arbeiði til allar hendur, tí hon sleppur at arbeiða við sínum peningi til at skapa nýíløgur, víðaritilvirking, fleiri arbeiðspláss og enn størri útflutningsvirði, men um landsstýrið fær loyvi til at seta í verk fyriliggjandi lógaruppskot, fara vit at uppliva eina nýggja peningaliga ringrás, sum ikki er jalig, í vinnuøkjum sum Klaksvík og Norðoyggjum.

Tilfeingis- og uppboðssølugjøldini fara at elva til, at reiðaríini missa inntøkur, og harvið verða hýrurnar til manningarnar skerdar. Hetta merkir harvið minni inntøkuskatt til kommununa og eisini minni privatnýtslu hjá manningum og familjum teirra. Hetta merkir so aftur víðari eina minkandi privatsølu hjá handlum og veitarum, sum so eisini fáa minni inntøkur, og soleiðis heldur ringrásin fram.

Tað, at reiðaríini missa inntøkur, merkir eisini færri manningar og skip, sum aftur gevur minni keyp av provianti, útgerð og umvælingum. Hetta gevur somuleiðis færri størv hjá skipasmiðjum og veitarum av útgerð og tænastum, sum so aftur merkir minni inntøkuskatt til kommununa og eisini minni privatnýtslu hjá hesum arbeiðstakarunum o.s.fro.s.fr.

Sostatt er ikki gjørligt at koma við neyvum útrokningum av teimum samlaðu avleiðingunum fyri Klaksvíkar kommunu, um fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan verður samtykt, men ein kann við fullari vissu siga, at fíggjarligu avleiðingarnar verða ógvusligar fyri kommununa og alt lokalsamfelagið í Norðoyggjum, tí landsstýrið hevur í hyggju at taka eina trísiffraða millióna­upphædd úr fiskivinnuni – og tað er ein ógvuliga álvarsom hóttan ímóti inntøkugrundarlagnum hjá Klaksvíkar kommunu.

Nógvar verkætlanir hjá Klaksvíkar kommunu eru ávegis at verða framdar

Í løtuni er Klaksvíkar kommuna í holtur við fleiri stórar íløgur, sum einans eru gjørligar at gera lidnar, tí vit hava eina vinnu, sum skapir so nógv virksemi, arbeiðspláss og inntøkur til kommununa. Verður vinnan niðurlagað við teimum ætlaðu, ógvusligu uppboðssølu og tilfeingisgjøldunum, so verður menningin og byggingin av teimum neyðugu kommunalu íløgunum eisini niðurlagað.

Komandi árini verða avgerandi fyri, um Klaksvíkar kommuna fer at megna at byggja nýggjan fólkaskúla lidnan, eldrabústaðir og røktarheim, barnagarðar, útstykkingar og bústaðir, vinnuøkir, rennibreyt, fótbóltsvøll o.a.m., sum hevur alstóran týdning fyri framtíðina hjá kommununi.

Tað er í øllum førum púra vist, at hesar neyðugu, kommunalu íløgur bert kunnu fremjast í verki, um fiskivinnan ikki verður skerd og niðurlagað við hundraðtals milliónum, tí uttan eina blómandi fiski- og alivinnu verður Klaksvíkar kommuna ikki tann kommuna, sum vit kenna hana í dag.

Verður fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan veruleiki, fer tað at taka nógvan kapital úr vinnuni og inn í landskassan. Hesar hundraðtals mió. kr. fara fyri tað mesta at kosta útjaðaranum.

Í stuttum er sostatt stórur vandi fyri, at fyriliggjandi uppskot til fiskivinnunýskipan – soleiðis sum tað nú sær út – fer at hava fleiri skaðiligar avleiðingar fyri Klaksvík og Norðoyggjum:

Sum fólkavaldur politikari og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu mótmæli eg harðliga hesum ætlanum landsstýrisins, tí tær eru ein hóttan ímóti okkara lokalsamfelag og eisini ímóti útflutningsskapandi vinnuni, sum alt okkara land livir av.

Klaksvík, 6. november 2017

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri