Árligi merkingartúrurin er júst liðugur og merktir vórðu tilsamans 1755 toskar, umframt 113 hýsur og 11 havtaskur. Toskurin var óvanliga væl fyri og át nógva nebbasild.
Toskur plagar at hava longri gýtingarferðing, tá nógv nebbasild er til, umleið 30 fjórðingar samanborið við umleið 15 fjórðingar, tá lítið er til av nebbasild.
Merkingin í ár kann harvið staðfesta, um hetta sambandið millum nebbasild og gýtingarferðing hjá toski framvegis er galdandi.
Les alla frágreiðingina her.