P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur skipanirnar í felagnum fyri 5 mió. kr. Hetta er fyrsta stigið, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar í P/F Mínboks, sum eru Mínboks og Mínlykil. Við hesum hevur Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og fær samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.
Partarnir eru samdir um, at hetta er eitt skilagott stig, og Gjaldstovan sær stórar møguleikar í loysnunum í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.
Meira um avtaluna kann lesast her