Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fólkatalið vaks skjótast í miðøkinum uttan fyri høvuðsstaðin

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Fólkatalið veksur mest í Høvuðsstaðnum men luftfalsliga skjótari í Vágum. 1 oktober var fólkatalið 50.322. Tað er 707 fleiri fólkum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum.

Kelda: Hagstova Føroya» 14. november 2017

Fólkatalið var 50.322  tann 1. oktober. Tað vaks við 707 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðarskeiðinum 1. okt. 2016 – 1. okt. 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 442, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 265, ið er munurin millum fødd og deyð.

Fólkatalið veksur mest í Høvuðsstaðnum men luftfalsliga skjótari í Vágum, Streymoy uttan høvuðsstaðin og Eysturoy

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum. Undanfarna 12-mánaðarskeiðið átti høvuðsstaðurin um 60%. Onnur øki hava fingið ein lutfalsliga veksandi part av fólkavøkstrinum, serliga miðøki, t.v.s. Vágar, Eysturoy og Streymoy uttan fyri høvuðsstaðin.


Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.161, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á eini 450 vend til eina positiva nettotilflyting upp móti 450.

 

Á leið sama tal av kvinnum og monnum í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 707 er eitt vet fleiri menn enn kvinnur, 357 samanborið við 350. Meðan deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kynum, er rættiligur munur í føðitalinum, 51 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Í nettotilflytingini er munurin tað øvugta, 42 fleiri menn enn kvinnur. So úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 7 fleiri kvinnur enn menn.

 

Nettotilflytingin í juli størri enn nettofráflytingin í august

Gongdin í flytingarmynstrinum er sera ójøvn frá einum mánað til annan. Men fylgir tó einum rættiliga føstum mynstrið, sum sæst á myndini niðanfyri. Har eru tveir tindar, ið greitt stinga burturúr: juli, ið er tann stóri tilflytimánaðurin, og august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin. Higartil hevur tað verið so, at fráflytingin í august, tá serliga nógv ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, altíð er nógv størri enn tilflytingin í juli.

Men gongdin er vend í so stóran mun, at nú er nettotilflytingin í juli størri enn nettofráflytingin í august.

 

Onki bendir á, at ferðin í fólkavøksturin er við at hæsa av

Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur. Enn er onki, ið bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.322 fyri 1. okt., og fráflytimánaðurin august er farin afturum, verður væntandi vøkstur aftur næstu mánaðirnar heilt fram til næsta heyst, um gongdin verður nøkulunda sum undanfarnu 2-3 árini.

 

Tórshavnarøkið tekur nú ein minni part av fólkavøkstrinum

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 235 fólkum og síðani í Eyturoy við 178 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann størstur í Vága sýslu við 2,5%, síðani í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,1%, Eysturoyar sýslu við 1,6%, á fjórða plássið kemur Norðoya sýsla við 1,4%, á fimta plássi Tórshavnarøkið við 1,2%, . Í Sandoyar sýslu er vøksturin 1% og bert 0,5% í Suðuroy, t.v.s. umleið ein triðingur av miðalvøkstrinum fyri alt landið.

Fólkavøkstur skiftur millum høvuðsøki        

Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 707 tekur Tórshavnarøkið 235 fólk ella 33%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið, altso 1. okt. 2015 – 1. okt. 2016, so var fólkavøksturin á 677, men Tórshavnarøkið tók tá 391 av hesum ella heili 58%.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður næstan í helvt, meðan onnur øki hava økt munandi um sín part, serliga Eysturoy, Vága økið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu hendan gongdin hevur verið seinastu trý árini, og at størsta broytingin er í Tórshavnarøkinum í hesum árinum.

Vøkstur í 24 kommunum – stendur í stað ella minkar í 5

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 272 fólkum, ið er 38% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 64 fólkum ella 1,3%, ið er nakað niðan fyri landsmiðal á 1,4%. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við 4,7% hvør, og í Porkeris kommunu við 6,4%. Størsta minkingin er í Hovs og Hvalbiar kommunum.



Vøkstur í nærum øllum oyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 7 fólkum, svarandi til 40%. Í nøkrum halda tey tørn ella veksa eitt lítið sindur, sum í Nólsoy, Kalsoy, Fugloy, Mykinesi og Stóra Dímun – men tað eru sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg, eins og nú sæst í minkingini í Svínoy.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.