Syng Meg Heim Til Slignan Bø Og Turkiløg 20 november letur Ólavur Højgaard – gylta røddin úr Vestmanna – nýggja útgávu úr hondum, nevniliga fløguna ”Syng meg heim til slignan bø og turkiløg”.
Ólavur hevur aftur savnað legendarisku manningina úr upprunaligu Vestmonnunum, og hevur saman við henni og øðrum gestum sett saman eitt víðfevnt savn av siðbundnan fólka- og countryløgum. Reindyrkaður føroyskur kontri- og fólkatónleikur, kundi ein sagt. Ólavur hevur sjálvur skrivað flestu av løgunum og nakrar av tekstunum. Á fløguni verða eisini sangir og tekstir hjá Martini Joensen at hoyra. Niels Midjord hevur týtt tekstir, sum Ólavur upprunaliga skrivaði á enskum, umframt at hann hevur týtt sangin “Úr skýmingini”, sum Rúni W. Højgaard skrivaði á enskum.
Eitt forkunnugt eykalag á útgávuni er tann á YouTube nógv spældi jólasangurin, “Jólaheilsan til hina fjøldina”, sum Holgar Jacobsen hevur skrivað. Luttakandi tónleikarar á fløguni eru: Niels Olsen, Bogi Olsen, Martin Joensen, Jógvan í Toftum Olsen, Milson Zachariasen, Holgar Jacobsen, Kára Olsen og Høgni Klakkstein. Erik Biskopstø hevur ljóðblandað og mastrað. TUTL gevur út. Fløgan verður at fáa á sølustøðum kring landið, umframt sjálvandi í TUTL-handlinum í Tórshavn. Ein uppløgd jólagáva til allar tónleikaglaðar føroyingar!