Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar var 6,2 mia. kr. Tað eru 567 mió. kr. ella 10% meir enn í fjør. Fiskavøruútflutningurin einsamallur vaks 702 mió. kr ella við 13%, hetta hóast nøgdin minkaði 33 túsund tons ella 9%. Eftir sjey árum er virðið av fiskaútflutninginum tvífaldað.
Vit hava útflutt laks fyri næstan 3 mia. kr. hesar tríggjar ársfjórðingarnar, tað eru 365 mió. kr. ella 14% meir enn í fjør.
Tað er eisini útflutt meir av sild og makreli, meðan tað er útflutt minni av svartkjafti.
Samlaða virðið fyri hesi fiskasløgini er vaksið 17%, meðan nøgdin er minkað 8%.
Fyri botnfiskasløgini tosk, hýsu og upsa er eisini vøkstur í útflutningsvirðinum. Her er tað serliga fyri toskin, at virðið av útflutninginum er økt, við 85 mió. kr. svarandi til 16%. Í nøgd er vøksturin 7%.
Útflutningsvirðið tvífaldað eftir 7 árum
Samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum er seinastu árini vaksið nógv. Í 2010 fór útflutningsvirðið fyrstu ferð upp um 4 mia. kr., og í dag er tað oman fyri 8 mia. Seinastu 12 mánaðirnar hava vit útflutt fyri 8,4 mia. kr.
Tað er serliga tann stóri vøksturin innan alivinnuna, sum er orsøkin til henda stóra vøkstur. Í 2008 útfluttu vit laks fyri 824 mió. kr. Í 2009 fór útflutningurin uppum eina mia. og var 1,2 mia. Seinasta árið hava vit útflutt laks fyri beint omanfyri 4 mia., og er laksur næstan helvtin av samlaða útflutningsvirðinum av fiskavørum.
Hóast laksaútflutningurin er fremsta orsøk til stóra vøksturin, hevur eisini verið stórur vøkstur í útflutta virðinum av uppsjóvarfiski og serliga av makreli og sild.
Útflutningsvirðið av makreli er meir enn fýrfaldað síðan 2007, og av sild er tað meir enn trífaldað. Seinasta árið hava vit útflutt markrel fyri 1,1 mia. og sild fyri hálva mia. kr.