Fiskimálaráðið lovar 750 milliónir frá Pelagisku skipunum. Høgni segði, at manningin skal ikki gjalda, hóast tað stendur í uppskotinum. Tí er rætta talið 228 milliónir. Av hesum eru 216 goldnar og tí mangla bert 12 milliónir.
Í Løgtinginum var orðaskifti um veiðugjald. Tá var mín meining, at Løgtingsfólk útstillaðu sína manglandi vitan. Tað var reint út sagt píniligt at hoyra fólk tosa um meirvinning. Hesin meirvinningur skuldi ásetast sum eitt prosentgjald á avreiðingarvirði, uttan at nøkur meting fyriliggur um hvat tilfeingisrentan er. Onkur tosaði um óvanligan vinning o.s. fr.
Fyri at hjálpa tingfólki at skilja, at tað tey og Nationalbankin fáa upplýst er langt við síðuna av havi eg sett saman hesar reglur. Við hjálp frá góðum fólki havi eg fingið atgongd til tey tøl, sum eru neyðug fyri at gera hesa útrokning. Trupulleikin er at finna røttu tølini. Ikki at rokna.
Útrokningarnar taka støði í roknskapartølunum fyri 2015
Fiskimálaráðið Egnar útrokningar
Yvirnormal løn 346 81
Yvirnormalur profittur 273 99
Tilfeingisskattur 110 110
Veiðugjøld 19 19
Tilsamans 748 309
Síðan hyggja vit eftir, hvussu nógv av hesum longu er goldið!
Harav goldið tilfeingis gjald 129 129
Harav goldin A skattur 173 40
Harav goldin P/F Skattur 87 87
Goldið higartil 389 256
Eftir til reiðara at gjalda 186 12
Eftir til manning at gjalda 173 41
Um vit ikki taka tilfeingisgjald av hýrum, sum Høgni sigur, vit ikki skulu gera, so er rætta talið 228 milliónir, harav 216 eru goldnar. Tí mangla einans 12 milliónir at gjalda hjá Pelagiska flotanum.
Pelagiska tilfeingisrentan
Fiskimálaráðið hevur gjørt onkra útrokning, siga teir. Hetta tekur støði í tølunum frá 2015. Januar hevur talt hesar roknskapir saman, upplýsti búskaparráðið í 2014.
Hýrurnar lang omanfyri veruligu tølini
Upplýst verður í tølunum hjá Fiskimálaráðnum, at hýran á Pelagisku skipunum var 2.487.000 í miðal. Tað er langt við síðuna av. Veruliga talið er 735.153 Tað er sjálvandi ein sera stórur munur.
Somuleiðis er manningartalið skeivt. Sambært fiskimálaráðnum er manningartalið 166. Veruliga talið er 345 mans.
Tað er tikið hædd fyri yvirmannapartum og ”eyka skattur” er roknaður av teimum eisini.
Vanlig hýra er í hesum dømi sett at verða 600.000 Sum øllum kunnugt, so er hýra skatta við uml. 50% Annars var okkurt við at eitt mark á 750.000 einaferð var ásett í skattalógini á sjómanshýrur og frádrátt. Sum sæst, so er inntøkan í dag undir hesa upphædd.
Fiskimálaráðið roknar bara rentu av helvtini.
Fíggjarmálaráðið roknar rentu av skipavirðinum og ongum øðrum. Tí fáa teir eitt tal sum er 1.276 milliónir. Samlaða fíggjarstøðan hjá feløgunum er 3,1 milliard. Av hesum havi eg trekt frá, tað sum metast kann, til ber at flyta út úr feløgunum. Tá verður talið renta skal roknast av 2.500 milliónir. Bara eginkapitalur og lán eru góðar 2 milliardir.
Somuleiðis er rokna við at rentan má verða 10%. Fiskivinna er high risk. Harumframt er munur millum góð og ring ár sera stórur.
Eivind Jacobsen
Strendur