Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Avreidda nøgdin á leið sum í fjør

Uppgerð av avreiðingunum frá januar til og við oktober 2017 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

 

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum  frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.