Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kommunulæknaskipanin uppá nútíðarstøðið nú

Annika Olsen, borgarstjóri

Fleiri túsund borgarar í Havn uttan lækna. Skiftandi vikarar í triðju hvørju læknaviðtalu. Hølisviðurskifti, sum ikki eru nøktandi. Og arbeiðsbyrða, sum styggir læknar burtur.

Hetta er støðan á kommunulæknaøkinum í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar býráð hevur heitt á Heilsumálaráðið um fleiri læknar, og tað røkist fyri, at hetta verður veruleiki. Hetta fegnast vit um, men skipanin tykist ikki fylgja við tíðini.

Fyri kortum varð lýst eftir tveimum læknum, tí aðrir vóru givnir fyri aldur. Men bert ein varð settur í starv, tí umsøkjararnir settu krøv fram um at hava færri borgarar fyri hvørja viðtalu enn tað, ið teir undanfarnu høvdu.

Tað bar ikki til, hóast vit øll munnu taka undir við at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá læknunum, tí tey hava krav uppá familjulív eisini.

Men fyri okkum í høvuðsstaðnum er undrunarsamt, at tað stutt eftir vórðu settir í starv tveir læknar í Sundalagnum eftir øllum at døma við júst hesum sømdum.

Nú verður søkt eftir trimum læknum í høvuðsstaðarøkinum, og ætlandi verður søkt eftir tveimum nýggjum læknum aftrat seinni. Men um arbeiðsgevarin – heilsumyndugleikararnir, ikki tryggjar læknunum virðilig arbeiðskor, so skulu vit neyvan vænta nakran nýggjan lækna í Havn.

Dýra og ónøktandi vikarskipanin kemur at halda fram. Tað kann ikki góðtakast.

Viðtaluhøli
Kommunan hevur ábyrgd at veita kommunulæknum viðtaluhøli og útgerð. Her má ásannast, at kommunan hevur ikki røkt hesa uppgávu nóg væl. Nakrar av viðtalunum eru heilt einfalt ikki í nøktandi standi.

Tórshavnar kommuna fer at gera sítt til, at øll kommunulæknaskipanin í Havn kemur upp á nútíðarstig. Kommunan er tí farin í gongd við at skipa nýggjar læknaviðtalur bæði til teir nýggju læknarnar, sum koma inn í skipanina, og til tess at niðurleggja gomlu viðtalurnar.

Mín vón er, at býráðið um hálvan desember kann kunngera neyvari ætlan um hetta, so at vit í 2018 eisini hava hølisviðurskiftini uppá pláss. Tað skylda vit borgarunum, tað skylda vit læknunum.

Annika Olsen
Borgarstjóri