Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hvørt pling skal pleygast

Katrin Kallsberg í er løgtingskvinna og lækni,fer á Leiðaradegnum, at hava eitt upplegg um eitt sera tíðandi og aktuelt evni. Nevndliga DeepWork.

Kanska eru okkara arbeiðsplás skeivt skipaði, tí tey eggja ikki til ella loyva starvsfólkunum, at fara í dýbdina við einum evni. Hetta er møguliga serliga galdandi í Føroyum. Vit eru nógvir generalistar og kanska heldur fáir specialistar. Her er eitt tíðindaskriv um evni.

At svara og senda e-mail kann onkuntíð vera órógvandi og aðrar tíðir avgerandi fyri um tú kemur víðari við einum arbeiði ella yvirhøvur kann gera tað liðugt. Øll plingini í gerandisdegnum krevja uppmerksemi – eitt nú tá boðini niðri í høgra horni á telduskíggjanum siga at “Skrúvað er fyri vatnveitingin eftir Ánavegnum”.

Tað tekur uppmerksemi ein lítla løtu.

Ein spurningur er, um fólk missa evnini ella hugin at fara í dýbdina við einum arbeiði, tí tað er alt vanligari at sleisa millum alt og einki og stórt og smátt. Og ein annar spurningur er, hvørja ávirkan hevur tað á innihaldið og úrslitini av vanligum arbeiði.

Eitt rák í tíðini er, hvussu til ber at vinna á pling-snultaranum og vinna seg aftur til møguleikarnar at sleppa at misavna seg um eitt evni og ikki í heilum lata seg órógva av plingum frá teldum, telefonum ella øðrum. At spyrja, hvørjum tað tænir, at fólk skulu vera tøk altíð.

Katrin Kallsberg, løgtingskvinna og lækni, fer á leiðaradegnum 2018 at lýsa hetta evnið, sum ber enska heitið “Deep Work” eftir eini bók eftir amerikanska teldufrøðingin Cal Newport. Í dag eru nógv arbeiðspláss skipað í opnum landsløgum, har øll eru tøk at kalla alla tíðina. Cal Newport spyr, um arbeiðsplássini ikki eru skeivt skipað, tí tey ikki eggja til ella loyva starvsfólkunum at fara í dýbdina við einum evni. Katrin Kallsberg fer millum annað at hugleiða um, hvussu ein løgtingskvinna og lækni kann skipa sítt arbeiði, har pling skulu pleygast og stundir eisini skulu vera at fara í dýbdina. Leiðaradagurin 2018 verður á Hotel Føroyum 26. januar.