Árligi merkingartúrurin er júst liðugur og merktir vórðu tilsamans 1755 toskar, umframt 113 hýsur og 11 havtaskur. Toskurin var óvanliga væl fyri og át nógva nebbasild. Toskur plagar …
november 2017
Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið uppskot, so kommunurnar kunnu lata foreldrunum tað sum barnaansingin kostar. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigurFólkaflokkurin, at barnaansing er í dag eintænasta, sum allar kommunur bjóða sínumborgarum. Ein góð tænasta, tó ikki fyri øll. – Tænastan er ikki gjørd til tey við “skeivum” arbeiðstíðum, tvs. arbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17. – Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á td. døgnstovnum. Nevnast kunnu sjúkrahús, røktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandiá fiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvakt, har onnur hvør vika er kvøldarbeiði. – Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harviðtænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at latapeningin fylgja barninum. – Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommunum. Men fyri tær allar flestu, er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr um áriðfyri hvørt barni. Í meðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr um árið fyri hvørt barni. Harumframt er foreldragjald. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, …