Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ávaring móti, at lata persónligar upplýsningar

Løgreglan vil hervið ávara fólk, at lata persónligar upplýsingar um tey verða uppringd av persónum, ið t.d. útgeva seg fyri at verða mynduleikar.

Dømi eru um, at persónar sum útgeva seg fyri at vera mynduleikar, hava fingið fólk at upplýsa sítt P-tal við tí grund, at allir føroyingar nú eisini skulu hava danskt CPR.nr.

Um persónligir upplýsingar verða givnir óviðkomandi, kann hetta møguliga føra við sær, at óviðkomandi fáa atgongd til tína peninga kontu o.l.

Kanningardeildin hjá politinum