Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hvussu nógvar skansar skal Klaksvík missa afturat?

Soleingi vit høvdu tey sjey løgtingsvaldømini, so var valdið í Føroya Løgtingi lutað út á allar landspartarnar í samfelag okkara við tí ymiskleika og fjølbroytni, sum hesir stóðu fyri.

Men so hendi tann avgerandi broytingin – uttan nakra skipaða tilgongd – at ein einstøk løgtingssamtykt slapp at avtaka hesa gomlu skipan.

Hóast vit framvegis í dag hava nøkur umboð úr ymsum landspørtum á Føroya Løgtingi, so gjørdi henda broyting, at tær sentralistisku politisku kreftirnar her heima fingu eina avgerandi yvirvág.

Politisku og samfelagsligu avleiðingarnar av hesi ógvusligu og tilvildarliga framdu, politisku bygnaðarbroyting síggja vit rættiliga væl í dag – ikki minst í mínum heimstaði, Klaksvík.

Eftir mínum tykki var Norðoya Valdømi – saman við hinum seks løgtingsvaldømunum kring landið – tann mest týðandi skansin fyri at varðveita Føroyar sum eitt landafrøðiliga fjølbroytt samfelag við fleiri enn einum kraftardepli.

Men avtøkan av valdømunum hevur elvt til, at nú vit skjótt stíga inn í árið 2018, fara fleiri aðrir higartil órørdir skansar eisini at falla. Eg skal her nevna tveir av teimum.

Eftir 1. januar 2018 situr evsta leiðslan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í HAVN !!!

Fram til 1. januar 2018 hava vit her í lokalsamfelagnum havt eitt Klaksvíkar Sjúkrahús, har tann evsta leiðslan í nú væl meir enn heila øld hevur havt sítt sæti á staðnum.

Tann álvarsama broytingin frá sjey til eitt løgtingsvaldømi, sum fluttu veruliga valdið í føroyskum politikki úr teimum sjey landspørtunum og inn á skrivstovurnar í Havnini, hevur nú kostað ein týðandi skansa í Klaksvík.

Tit kunnu venda og snara tí akkurát sum tit vilja, men tá ið rakettirnar fara flúgvandi upp í luftina á midnátt 31. desember, tá fer evsta valdið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eisini á flog, tí ta løtuna verður stjórin á KS formliga degraderaður frá at vera ein stjóri við evsta valdi og heimildum til at gerast ein lokalur stjóri undir einum øðrum forstjóra, sum frá tí løtu av fær tað endaliga orðið at siga viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

So væl hava tær ráðandi politisku kreftirnar á Føroya Løgtingi arbeitt hesar seinastu mánaðirnar!

Sjálv havi eg gjørt tað, sum lá í mínum valdi at ávarða ímóti tí,  sum eg sá fór at henda,  tá menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið bleiv løgd fram í vár. Men tíverri bleiv ikki lurta eftir, og longu nú síggja vit avleiðingarnar av hesum.

Ein aldargamal skansi, sum eitur Klaksvíkar Sjúkrahús, er fallin! Fast takið tykkum, tit, sum hava staðið fyri hesi gerð ímóti KS og ímóti Klaksvík!

Eftir 1. januar 2018 hevur JFK bara grundarlag fyri einum trolara í Barentshavinum!!

Seinastu mánaðirnar hava vit upplivað eina politiska leiðslu á tingi og í Tinganesi, sum miðvíst hevur arbeitt við einari umskipan av fiskivinnuni, sum – væl vitandi – fer at kosta serliga einum søguligum fiskivinnusamtaki, nevniliga JFK í Klaksvík!

Hetta álvarsama mál er enn ein staðfesting av hesum sama, at veruliga valdið við tí eina valdøminum nú liggur hjá sentralistisku kreftunum, sum ongar skruplur hava av at taka grundarlagið undan einari søguligari fiskvinnufyritøku fyri at luta hesi rættindi út til onnur.

Eg harmist ómetaliga um hetta álvarsama álop á JFK og Klaksvík, har fiskimálaráðharrin enntá er so frekur at  niðurgera leiðsluna fyri JFK, tá ið hon roynir at greiða Føroya fólki frá teimum avleiðingum, sum hetta uppskot fer at fáa fyri JFK og harvið fyri allar Norðoyggjar.

Hesir flokkar, sum siga seg umboða arbeiðaran og sjómannin hótta nú  lívsgrundarlagi hjá teimum.

Um sama landsstýri t.d. tók ein part av inntøkugrundarlagnum frá námsfrøðingunum, høvdu tey so eisini noktað teimum at greiða frá avleiðingunum!! – eg øtist um henda ágang ímóti mínum heimstaði frá landsins myndugleikum.

Fleiri skansar eru um at falla her í Klaksvík, og summir eru ikki til at bjarga – teir eru farnir. Tað er bara eitt, sum kann bjarga Klaksvík undan hesi niðurlaðing, og tað er, at tey, sum umboða hetta øki á Føroya Løgtingi, gevast at lata seg stýra av sentralistisku kreftunum í teirra flokkum.

Tað krevur dirvi, tí við einum løgtingsvaldømi er veruliga valdið í føroyskum politikki flutt til Havnar, og tað kostar at standa upp ímóti teimum, sum har ráða fyri borgum. Tað ber kortini til, men so krevur tað, at umboðini úr Norðoyggjum hava dirvi at standa upp fyri hetta økið.