Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Viðmerking til Herman Oskarsson

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Á Facebook vanganum hjá John William Joensen var ávíst kjak um uppboðssølu. Og har hendi tað óvanliga, at Herman Oskarsson svaraði einari av mínum viðmerkingum. Men tað sum undraði almikið var, at hann ikki hevði tamarhald á hugtøkum.

Eivind Jacobsen, mynd 24.fo

Sum flest øll vita, so var Herman Oskarsson formaður í Búskaparráðnum sum í 2000 fortaldi okkum at vit áttu at selt fiskirættindini á uppboðssølu. Og líka síðan hevur hann messa um uppboðssølu. Og harumframt hevur hann fortalt okkum, hvussu nógvar pengar Landskassin kann fáa burtur úr.

Orsøkin til at Herman viðmerkti var, at eg vísti á, at John Kagel og Dan Levin, sum eru høgt virdir granskarar, og hava granska í hesum seinastu meira enn 30 árini, hava gjørt kanningar í labratorium, umframt at eftirkanna úrslit av útbjóðing og uppgjørt veruliga úrslitið hjá vinnarum á uppboðssølum, og tí kunnu sigast at vita alt, sum er vert at vita um uppboðssølu.

Tað sum Kagel og Levin søgdu sæst niðanfyri í fullari longd á enskum. Teir søgdu við mínari umseting: Uppboðssølur við nógvum luttakarum, (t.v.s. 6-7 stk) gera at boðsgevarar eru meira aggressivir enn tá talan er um fáar luttakarar (3-4 stk.), og úrslitið av tí er negativur profittur (undirskot), vanliga nevnt Winners Curse.

Tað vil siga, at tá talið av teimum sum bjóða á uppboðssølu er 1-4 stk, fáa fyritøkur avlop. Er talið 6 stk ella fleiri, so er undirskot. Tað sæst eisini at í flestu vinnugreinum har fáar útbjóðingar eru, eru sera fáir aktørar á marknaðinum. T.v.s. at tað at útbjóða slík avmarka rættindi endar við uml. trimum aktørum. Labratoriuroyndir og eftirkannan av úrslitum aftaná at øll tøl eru tøk vísa tað sama. Og orsøk er at halda, at tað er soleiðis í nógvum vinnugreinum.

Tað sum var rættuliga sjokerandi var at Herman Oskarson viðmerkti: Í brotinum stendur púra greitt at talan er í hasum lærusetninginum um “common value auctions”, og í okkara føri, fiskiskapi viðvíkjandi, er ikki talan um “common value”. Nógvar vandar og iva kunnu vit tosa um, men ikki handan.  

Eg protesteraði og so svaraði Herman hetta aftur: Jamen Eivind, dømi um “common value” støðuna er tá fleiri skulu bjóða upp á t.d. eina oljukeldu. Hon hevur sama virði (harav heitið “common value”) fyri teir allar, tí har er sama litratal av olju í. Tá vildi eg fegin vilja hoyrt boðini hjá øllum hinum, fyri at fingið informasjón um hvat sanna virðið man vera. Sanna virðið kennir ongin av bjóðarunum, men allir royna at lúra hvør annan av.
Men tá talan er um fiskirættindi – kvotur ella dagar – tá veit eg (og bara eg) hvat virði dagarnir hava fyri meg (harav heitið “private value”), og hvat ið Hansen ella Olsen bjóða, ger mær ongan mun

Tað hann her sigur er jú beinleiðis skeivt. Ongin veit at siga áðrenn hvat virði ein fiskidagur hevur.

Eg skal royna at greiða frá hví so er. Tað eru tveir pólar í hesum. Annar er Private Value og hin er Common Value.

Private Value uppboðssøla er ein uppboðssøla, har tann sum bjóðar virðismetur tað, sum verður selt, uttan mun til hvat onnur meta virði at verða. Tað er so at siga einki, sum verður mett sum private value. Men vit kunnu taka 2 dømir. Eitt er tá seyðir úr Stakkinum verða seldir á uppboðssølu. Tá kunnu vit hvør í sínum lagi meta um virði og grundgeva ymiskt. Okkara meting er óheft av hvat onnur virðismeta tað sum selt verður. Vit bjóða og keyparin er tann sum bjóðar mest og aftaná etur hann seyðin og so er seyðurin burtur. Um hann bjóðar fyri at stuðla Tjørnuvík, tí hann dámar seyðakjøt, ella tí hann hevur drukki í meira lagið er líka mikið. Hann bjóðar uttan at hugsa um hvat onnur meta virði á seyðinum at verða. Tá er talan um privat value.

Um vit taka ein gomul hús í Havn, sum verða seld. Keyparin ætlar sær at búgva har nógv ár. Tá er talan um private value, treyta av at hann ikki ætlar sær at flyta út tá hann blívur eldri. Tí ætlar hann at flyta, fær søluvirði ein tídning í framtíðini. So hetta er eitt dømi um private value, sum tó ikki er 100% private value.

Common Value er tá talan er um felags virði. T.d. rættindi at bora eftir olju, skógarvinna og fiskirættindi. Tað er common value tí vit í prinsippinum ætla okkum at víðariselja vøruna vit á uppboðssølu bjóða uppá. Tað kann sjálvandi verða ivamál um hvussu nógv vit meta er til av olju. Tað eru fleiri meiningar um hvussu nógv vit megna at fiska.

Tí er talan um Common Value. Men tó ikki 100% Common Value uppboðssølu.

Hetta verður á yrkismáli kallað Common Value Auction with Asymetric Information. Tað vil siga, at bjóða verður eftir einari meting. Og teir sum bjóða hava ikki allir somu upplýsingar um kostnaðin at útvega vøruna.

Men vit ganga út frá, at søluvirði á vøruni er tað sama hjá øllum, tó at vit ikki vita framtíðar prísin á fiski ella olju. Vit vita ikki hvussu nógv olja er í brunninum. Vit vita ikki hvussu nógv vit fiska hvønn fiskidag. Vit vita ikki hvussu nógv tað fer at kosta at fáa oljuna upp. Vit vita ikki hvussu nógv tað fer at kosta at fiska.

Og út frá hesum er harumframt lætt at skilja, at tann størsti optimisturin bjóðar mest. Og tað er eisini rættuliga sannlíkt at tann stórsti optimisturin fer konkurs. Tað er so sannlíkt at tað hevur eitt navn. Tað kallast Winners Curse.

Royndirnar vísa, at aftaná at hava bjóða heilt upp til umleið 20 ferðir, so byrja luttakarar at bjóða so teir ikki fara konkurs. Tað viðførur sjálvandi at allir nýggir aktørar fara konkurs 20 ferðir, áðrenn teir koma niður á null.

Men framvegis er tað soleiðis, sambært frøðini at boðini eru 50% undir tí sum á fagmáli kallast Nash-líkavekt. Tað ljóðar mikið gott fyri landskassan og tilsvarandi ringt fyri pengingastovnar og eigarar. Úrslitið av hesum er at tað í longdini gevur tað minni til palliba. Og forrestin so var tað einaferð soleiðis at tap í vinnuni betalti palliba sama dag umvegis rentumarginal í peningastovnunum.

Hetta hugtakið, Winners Curse, er eisini tað sum ger, at ein annar pástandur hjá bæði Herman Oskarson, Jóannes Jacobsen og øðrum við, um at tann sum bjóðar bara skal bjóða tað hann heldur virði verða. Tað er ein skeivur pástandur. Sambært øllum royndum og allari teori fer tann, sum bjóðar tað hann heldur tað verða vert konkurs um hann eigur hægsta boð. So eisini á hesum øki taka okkara serfrøðingar feil. Teir hava heilt einfalt ikki tamarhald á hugtøkum.

Ein rágevi í Landsstýrinum ómakaði sær eisini at viðmerkja. Ikki tað stóra, men nóg mikið til at staðfestast kann, at hann heldur ikki hevði tamarhald á ástøðini ella teoriini.

So vónandi skilja búskaparfrøðingar hesa partvís akademisku frágreiðing uppá ymisk hugtøk í búskaparfrøðini. Tó at tað er nakað seint at bjarga fiskivinnuni, so átti hetta at betra møguleikan hjá búskaparfrøðingum, um 2-3 ár, at siga okkum, hví tað mátti enda so galið, sum tey í vinnuni longu nú duga at síggja, at tað fer enda.

Kann skoyta uppí at eg havi lisið minst 10.000 síður av vísindaligum greinum um uppboðssølu og lurta eftir universitetsundirvísing um evni og tosa við onkran av heimsins bestu serfrøðingum á økinum, so at vónandi veit eg okkurt, hóast eg havi gloym okkurt og fleiri manglar eru ivaleyst eisini.

Hetta er skriva uttan at hyggja í nakra bók. Uttan at googla. Bara út frá paratvitan. Nú verður spennandi at síggja, hvussu teir fara at tosa uttanum o.s.fr. Men tað skal í øllum føri meira til, enn heiti búskaparfrøðingur, at seta meg uppá pláss.

Eivind Jacobsen

Strendur

 

P.S. Kjaki á facebook vanganum hjá John William Joensen er endurgivið her.

 

Jákup Mørk Líkamikið, hvussu lætta atgongd tú hevur til kapital, so vil tað í longdini ikki loysa seg at bjóða meira, enn tú megnar at virðisøkja. Sagt øðrvísi, so er nógvur kapitalur ikki endaleysur kapitalur, og mær vitandi plaga múgvandi fyritøkur ikki støðugt at tveita pening í undirskotsprojektir…

 

Eivind Jacobsen Hetta sigur serfrøðin um at bjóða. Tað tykist sum viljin at skilja hetta ikki er so stórur her á landið. Hetta er skriva av John Kagel og Dan Levin og teir eru ikki hvør sum helst. Tá tað eru 6-7 sum bjóða er undirskot. So at siga altíð.

Hermann Oskarsson Jamen Eivind, dømi um “common value” støðuna er tá fleiri skulu bjóða upp á t.d. eina oljukeldu. Hon hevur sama virði (harav heitið “common value”) fyri teir allar, tí har er sama litratal av olju í. Tá vildi eg fegin vilja hoyrt boðini hjá øllum hinum…See More

er skelkandi, at tú ikki hevur skil á hugtøkum. Serliga tá tú seinastu minst 17 árini hevur tosa um uppboðssølu. Les hetta: In common value auctions, the actual value of the item for sale is the…See More