Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Virðisløn fyri vala asfaltarbeiði

ASFALT: Í februar skipar Landsverk fyri einum temadegi undir heitinum “Dygd og menning innan asfaltvinnuna”, har fleiri áhugaverdar framløgur verða hildnar. Eisini verður virðisløn handað einum asfaltliði, ið hevur avrikað serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2017.

Landsverk ynskir við einum temadegi 2. februar 2018 undir heitinum “Asfaltdagurin 2018” at seta ljós á dygd og menning innan asfaltvinnuna.

Umframt framløgur av ymsum slagi, sum hava við asfalt og asfaltvinnuna at gera, verður ein virðsløn handað einum asfaltliði, ið hevur gjørt eitt serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2017. Longu nú kanst tú tilnevna onkran til virðislønina umvegis heimasíðuna hjá Landsverki (trýst á leinkjuna “HER” í næstniðasta reglubroti).

Um virðislønina, sum Landsverk fer at lata, verður sagt, at “Ársins asfaltarbeiði fer til eitt asfaltlið, sum í árinum hevur gjørt eitt dygdararbeiði, og sum hevur framt eitt trygt og ruddiligt avrik í góðum samstarvi við byggiharran.”

Fyrireikingarbólkurin bjóðar øllum at tilnevna eitt  asfaltlið, ið hevur uppiborið at verða tilnevnt “Ársins Asfaltarbeiði 2017”.

Endamálið við virðislønini er at seta ljós á viðurskifti, sum kunnu  menna asfaltyrkið. Kappingin fevnir um øll verandi asfaltlið í Føroyum.

Víðari verður sagt um kappingina: “Asfaltlið kunnu tilnevnast antin í sambandi við einstøk arbeiði ella fyri støðuga góðsku í ávísa tíð. Ein óheft dómsnevnd, tengd at og tilnevnd av Landsverki, metir um innkomnu uppskotini, og tekur endaliga støðu til, hvør skal hava virðislønina.”

Heldur tú, at títt asfaltlið hevur uppiborið hesa virðisløn, ella um tú ert ein byggiharri, sum er nøgdur við væl avrikað asfaltarbeiði, ert tú vælkomin at senda uppskot inn til “Ársins Asfaltarbeiði 2017” í seinasta lagi 4. januar 2018 við at fylla út oyðublaðið HER.

Tilmeldingar til sjálvan Asfaltdagin 2018 fara fram við at senda teldupost til lv@lv.fo og tilskila “Asfaltdagurin 2018” í seinasta lagi 31. januar 2018. Kostnaðurin er 950 krónur fyri hvønn luttakandi.