Tað er sera trupult at kriminalisera sálarligan harðskap, sigur løgmaður í svari upp á § 52 fyrispurning.
Sálarligur harðskapur hevur stórar og álvarsligar avleiðingar við sær fyri tann, sum er fyri hesum. Hann er eisini revsiverdur í Føroyum í sambandi við annan harðskap, tvingsil og hóttanir, men er ikki kriminaliserður sjálvstøðugt.
Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52 fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kriminalisering av sálarligum harðskapi og um Istanbul-sáttmálan
Løgmaður vísir í svari sínum á, at tað er sera trupult at kriminalisera sálarligan harðskap.
“Orsøkin til hetta er, at tað eru sera strong próvkrøv fyri at døma í revsimálum. Prógvast skal, at tann ákærdi uttan rímiligan iva er sekur. Fyri at kunna prógva hetta, má tað prógvast, at sálarligi harðskapurin er tilætlaður, og at tann sálarligi løsturin er ein beinleiðis avleiðing av tí sálarliga harðskapinum,” svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Svar løgmans kann lesast her