Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Trúi ikki námsfrøðingar vóru heilsuhjálparar ella sjúkrarøktarfrøðingar

Almannaverkið sigur í miðlunum,  at tað stendur um lív um námsfrøðingar ikki eru til arbeiðis. So skilji eg enn betur, at teir vilja hava hægri løn, og sama lønarlag sum sjúkrarøktarfrøðingar nú námsfrøðingarnir eisini eru “bachelorar”.

Nú tað verður lopið ógvusliga á námsfrøðingar, frá Fíggjarmálaráðnum og Almannaverkinum, tí teir eru farnir í verkfall,  við kravið um hægri løn og rætt til at niðurleggja arbeiði – kom tað óvart á meg,  at námsfrøðingar arbeiða sum “sosial-  og sunheitsassistentar” ella sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Skilji als ikki,  at tað kann standa um lív, nú námsfrøðingar ikki eru til arbeiðis. So vítt eg veit, so skulu námsfrøðingar menna børn, menna og stuðla borgarum ið hava tørv á tí og ikki veita tungar røktaruppgávur.

Heilsuskúlin í Suðroynni

Seti fleiri sjúkrarøktarfrøðingar um tað er neyðugt og latið námsfrøðingarnar gera tað teir eiga og eru útbúnir til. Og um neyðugt útbúgvið fleiri heilsuhjálparar á skúlanum í Suðroynni.

 

Óli M. Lassen, ábyrgdarstjóri á 24.fo