Fíggjarmálaráðið hevur tikið saman um kommunalu fíggjarætlanirnar fyri 2018, ið samanlagt vísa inntøkuvøkstur, hall og øktar rakstrarútreiðslur.
Samanlagt rokna kommunurnar við halli á 145 mió. kr. í 2018. Hetta hóast kommunurnar í fíggjarætlanum teirra rokna við, at inntøkurnar verða 8,6% hægri enn í fíggjarætlanunum fyri 2017.
Í mun til fíggjarætlanirnar fyri 2017 økjast rakstrarútreiðslurnar í 2018 við 5,4%. Til samanberingar væntast rakstrarvøksturin hjá landinum at vera 2-3% í 2018.
Játtanin til kommunalar løgur er í 2018 ásett til 620 mió. kr., men um samanborið verður við undanfarin ár, kann roknast við, at henda játtan verður økt eftir ársskiftið. Um samanborið verður við undanfarin ár, kann tó eisini roknast við, at kommunurnar ikki fara at brúka alla løgujáttanina. Til samanberingar hevur landið sett umleið 400 mió. kr. av til løgur kring landið í 2018.
Ein samandráttur og frágreiðing um kommunalu fíggjarætlanirnar fyri 2018 er tøk á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Sí her.