Í verandi verkfalli hjá Føroya Pedagogfelag leggur Bjørn á Heygum, advokatur, Fíggjarmálaráðið undir í heimildarloysi at rinda starvsfólki løn undir verkfallinum. Her fer advokaturin skeivur.
Tað, sum er gjørt undir hesum verkfallinum, fylgir somu mannagongdum, sum hava verið brúktar seinastu 15-20 árini í sambandi við verkfall.
Siðvenjan hjá landinum seinnu árini hevur verið, at lønarfrádráttur fyri verkføll verður gjørdir, tá verkfallið er liðugt, og hetta hevur ongantíð verið nakar trupulleiki seinastu 15 árini.
Mest vanligt hevur verið, at løntakarar hava verið drignir í løn hvør sær við fyrstu lønarútgjalding, eftir at verkfallið er av. Aðrar tíðir er avtala gjørd um at senda fakfelagnum eina samlaða rokning, sum felagið síðani hevur goldið.
Ósemjur hava hinvegin verið um, hvussu frádrátturin skuldi roknast. Til dømis varð í einum gerðarrættarúrskurði í mars 2000 álagt Fíggjarmálaráðnum at viðurkenna, at roknað skuldi vera við 1/30 fyri hvønn dagin. Hetta var í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevði verið í verkfalli frá 16. mars til 9. apríl í1999.
Avtala gjørd við flestu fakfeløg
Síðani tá eru avtalur gjørdar við flestu fakfeløgini um, hvussu fólk verða drigin í løn. Tá er orðingin í flestu førum lík henni í sáttmálanum við Starvsmannafelagið, har tað í § 29 stendur:
«Tá ið starvsfólk fær tænastufrí við ongari løn, verður gjørdur lønarfrádráttur. a) Tá ið starvsfólkið er burtur heilar mánaðir, verða drignar heilar mánaðarlønir. b) Tá ið starvsfólk er burtur vikur, dagar ella tímar, verður drigið fyri teir tímar, tey undir vanligum umstøðum høvdu verið til arbeiðis hetta tíðarskeiðið. Ein tími verður roknaður sum árslønin býtt við 2028 (39*52). Við í árslønina verða roknað øll gjøld, sum verða goldin sum føst mánaðargjøld.»
Í stuttum merkir ásetingin “tíma fyri tíma”.
Tann 16. februar 2012 var Starvsmannafelagið í samhugaverkfalli í samband við, at Føroya Pedagogfelag var farið í verkfall. Landið gjørdi tá frádrátt «tíma fyri tíma». Starvsmannafelagið legði málið fyri Fasta Gerðarrættin við kravi um 1/30, men slepti málinum, eftir at Fíggjarmálaráðið hevði víst til orðingina um frí við ongari løn vísandi til § 29 í sáttmálanum.
Allir partar fylgja somu siðvenju
Tað er eingin ivi um, at hvørki løntakarar undir verkfalli ella verkbanni hava rætt til løn frá arbeiðsgevaranum. Tá ræður um at steðga ella afturhalda í lønini eru sjálvandi praktisk viðurskifti at taka atlit til. Avgerðin um at rinda løn og avrokna, tá verkfallið er liðugt, byggir á eina siðvenju á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið hevur verið galdandi seinastu nógvu árini í sambandi við verkfall og samhugaverkfall.
Leggjast kann afturat, at munur kann vera á verkbanni og verkfalli. Í sambandi við verandi ósemju á arbeiðsmarknaðinum hava kommunurnar valt at lýsa verkbann fyri námsfrøðingar á teirra øki.
Fleiri av landsins námsfrøðingum eru hinvegin fevndir av verkfalli, meðan aðrir ikki eru. Hetta er ikki minst galdandi fyri teir námsfrøðingar hjá Almannaverkinum, ið eru fevndir av leypandi undantøkum, sum eru neyðug til tess at tryggja lív og heilsu hjá landsins borgarum.
Staðfestast kann tó, at flest allar kommunur hava lagt løn út til starvsfólk, ið eru rakt av verkbanni, og hava harvið valt at nýta somu siðvenju, sum landið hevur nýtt seinastu 15 árini í sambandi við verkfall.
Samanumtikið kann tí staðfestast, at avgerðin um at rinda løn út og avrokna, tá verkfallið er liðugt, byggir á eina siðvenju á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið hevur verið galdandi í sambandi við verkfall og samhugaverkfall seinastu nógvu árini.
Lønardeildin, Fíggjarmálaráðið 31-12-2017