Í desember gjørdi Løgtingið broytingar í lógini um barsilsskipanina, galdandi frá 1. januar 2018. Størsta broytingin er, at barsilstíðin verður longd 2 vikur. Aðrar broytingar eru eisini, m.a. verður eftirløn løgd aftur at barsilspengunum eftir 1. mars 2018.
Broytingarnar fevna um foreldur, sum eru í barsilsfarloyvi 1. januar 2018
Tær fevna eisini um foreldur, sum 1. januar 2018 ikki hava fingið síðsta útgjald úr Barsilsskipanini, hóast teirra farloyvi endaði í desember 2017.
Soleiðis er barsilstíðin longd
- Vanliga barsilstíðin er longd frá 44 til 46 vikur eftir barnsburð.
- Hjá fleirburaforeldrum er hon longd frá 48 til 50 vikur eftir barnsburð.
- Hjá foreldrum at ov tíðliga føddum børnum er hon longd frá 52 til 54 vikur eftir barnsburð.
- Hjá ættleiðingarforeldrum er hon longd frá 48 til 50 vikur eftir móttøku av barninum.
Aðrar broytingar eru m.a.
- Eftirlønargjald verður lagt aftur at øllum útgjøldum eftir 1. mars 2018.
- Freistin at søkja um barsilspening er longd til 1 ár eftir barnsburð ella móttøku av ættleiddum barni, galdandi fyri børn, sum eru fødd ella móttikin eftir 1. januar 2017.
- Kravið um, at starvsfólk skal setast í staðin fyri lærling hjá tí almenna, tá ið hann fer í barsilsfarloyvi, er strikað.
Barsilsskipanin skal hava fráboðan um longt farloyvi
Foreldur, sum eru fevnd av lógarbroytingini, skulu biðja arbeiðsgevaran senda Barsilsskipanini teldubræv um, nær longda barsilsfarloyvið verður hildið, og hvør heldur tað. Foreldur, sum ikki hava arbeiðsgevara, skulu sjálv senda Barsilsskipanini teldubræv við hesum upplýsingum.
Teldubrævið skal sendast til barsil@taks.fo.
Útgjaldið fyri tær báðar eyka vikurnar verður goldið í februar 2018.
Meira at vita?
> Les meira um barsilsskipanina her