Á Góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum eru vanliga tvær vaktir til arbeiðis við uml. 300 starvsfólkum. Í sambandi við tillagingar av framleiðsluni á góðskingarvirkinum fara vit í eina tíð at koyra við einari vakt og tí eru 147 starvsfólk søgd úr starvi í dag.
Støðan er íkomin, tí vit í eitt tíðarskeið hava færri ordrar at framleiða. Hetta ger, at tað verður minni arbeiði og at vit tí eru noydd at gera tillagingar í starvsfólkahópinum.
Vit er sera hørm um støðuna og vit vóna, at virksemi er aftur á vanliga støðinum í seinnu hálvu av 2018.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan góðskingarvirkið er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.