Home Fólk & SamfelagPolitikkur So er at vísa tað í verki

So er at vísa tað í verki

by OML

Dag og dagliga hoyra vit politikarar bæði úr samgongu og úr andstøðu siga, at sjálvandi skulu námsfrøðingarnir fáa ta løn, ið hesi hava uppiborið. Námsfrøðingarnir, sum taka sær av okkara børnum, og sum lyfta uppgávuna at hava umsorgan fyri teimum mongu í okkara samfelag, sum ikki megna tað sjálvi, mugu nú fáa ta viðurkenning, sum tey hava uppiborið, verður sagt. Eisini verður sagt, at tað er ikki annað enn rímiligt, at hesin afturúrsigldi starvsfólkabólkur fær sín part av stóra vøkstrinum, sum okkara búskapur hevur havt seinnu árini. Men so hendir ikki meira. Vøkur orð, men tey muna ikki, fyrr enn tey verða víst í verki.

8. januar 2018 Skrivað hevur: Djóni Nolsøe Joensen

Pedagogfelagið er eitt av okkara yngstu fakfeløgum. Felagið varð stovnað í 1982 í kjalarvørrinum av stóru samfelagsligu broytingunum, sum vóru farnar fram árini frammanundan. Gongdin hevði eina tíð verið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevði boð eftir øllum góðum kreftum, og kvinnur í hópatali gjørdust ein virkin partur av arbeiðsmarknaðinum. Hetta var neyðugt, skuldu vit halda fast um vøkstur í búskapinum, og skuldu vit vera kappingarfør við okkara grannalond. Í dag hava vit, hóast nógv fleiri fólk á arbeiðsmarknaðinum, eitt arbeiðsloysi upp á 2 %, og búskapurin er fleirfaldaður, síðani bygnaðarligu broytingarnar fyri hálvari øld síðani. Og ongantíð meira enn nú, hevur samfelagið brúk fyri øllum, sum kunnu taka eina hond í. Hetta ger seg galdandi innan øll størv í samfelagnum heilt frá ófaklærdum til størv, ið krevja drúgva útbúgving.

Men skulu vit halda fast um hesa góðu gongd, og tað ynskja vit øll, so mugu vit geva fólki møguleikan at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Hetta setur samfelagnum serligt krav um, at børnini fáa tilboð um pláss á vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum, har børnini umframt at verða ansað eisini fáa ta neyðugu stimbranina til eina góða og positiva menning. Hesa nýggju uppgávuna í samfelagnum hava námsfrøðingarnir tikið sær av. Umframt at námsfrøðingarnir ansa børnunum, so hava hesi uppgávuna at menna og menta børnini, fylgja við teimum og seta neyðug tiltøk í verk, tá tað gerst neyðugt. Her er ikki talan um parkering av børnum í arbeiðstímunum, men her er talan um eygleiðing og menning av besta tilfeingi, okkara land eigur, nevniliga komandi ættarliði. Hetta krevur veruligt námsfrøðiligt medvit.

Umsorganarmedvitið hjá námsfrøðingum hevur síðan ført við sær, at hesin starvsbólkur er vorðin ein krummtappur í okkara almannaverki. Boð varð eftir námsfrøðingum til at hava umsorgan við teimum av okkara medborgarum, sum hava tørv á umsorgan. Tískil eru rættiliga nógvir limir í Pedagogfelagnum vorðnir álitið, tá tað kemur til at reka mongu stovnarnar og búfelagsskapirnar, har fólk við serligum avbjóðingum eru og búgva. Umframt holla útbúgving, so setur hetta eisini krøv til serlig evni og áhuga, har tann góði námsfrøðingurin má geva nakað frá sær, um arbeiðið skal eydnast.

Tað finnast ivaleyst nógvir hættir til tess at máta, hvussu gott eitt samfelag er. Men givið er, at eitt samfelag, sum tekur sær væl av sínum børnum og teimum borgarum, sum hava dagliga umsorgan fyri neyðini, tað er eitt gott samfelag. Eitt slíkt samfelag hava vit, men enn liggur á láni, at myndugleikarnir, sum varða av øllum hesum, seta veruligan prís á hetta.

Eitt annað, sum fellur í eyguni á mongum, er, at  fakfeløg, har stóri meirilutin er kvinnur, eru afturúrsigld, tá tað kemur til løn. Hetta kom týðiliga fram og varð mangan havt á orðið, nú sjúkrarøktararnir vóru í samráðingum, og vit síggja tað eins týðiligt í dag, nú námsfrøðingar eru í sokallaðum samráðingum. Men hvussu kann eitt framkomið land loyva sær at vera meira pírið við at geva fakfeløgum við nógvum kvinnum rímiliga løn enn feløgum, har hitt kynið hevur stóran meiriluta. Og hetta hendir her hjá okkum, samstundis sum grannar okkara vestan hav hava samtykt lóg, sum sigur, at eingin lønarmunur skal gerast á kvinnum og monnum.

Lønarkravið, sum Pedagogfelagið hevur sett fram mótvegis mótpartinum, sigst vera smáar 8 mió. kr. Tá hugsað verður um, hvussu skjótt og snikkaleyst slíkar upphæddir, mangan verða avgreiddar í løgtinginum og stóru kommununum, so kann tað ikki annað enn tykjast heilt óskiljandi, at hetta ikki skal bera til, tá talan er um starvsfólk, sum hava ein so týðandi leiklut í nútíðar samfelagnum.

Felagið vísti annars stóra samfelagsábyrgd aftur í 1992, tá limir felagsins fóru á leið 8,5 % niður í løn, tá stóra búskaparkreppan rakti okkum. Hetta varð gjørt, tí felagið kendi sína ábyrgd í samfelagnum, men eisini tí, at myndugleikarnir søgdu, at hetta skuldi koma uppá aftur lønina, tá búskapurin aftur vendi. Men nú góða fjórðingsøld seinni liggur hetta enn á láni, og vit hava søguliga stóran búskaparvøkstur. Hendir tað ikki nú, so er torført at ímynda sær, nær tað so skal henda.

Skulu vit hava dygd og góðsku í samfelagnum, so fáa vit hana ikki ókeypis. Tíðin er komin, har landsins myndugleikar veruliga seta prís á góða námsfrøðiliga góðsku. Men hesin boðskapur hevur eftir øllum at døma ikki enn funnið vegin inn til Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum ella inn til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tað er ikki longur nóg mikið, at leiðandi fólk innan hesar stovnar siga seg skilja støðuna og vilja tað besta. Nú er at vísa tað í verki.

Djóni Nolsøe Joensen
Løgtingsmaður

Kelda:Heimasíðan hjá Javnaðarflokkurin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.