FUNDUR: Í løtuni eru fleiri dømi um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi, heldur løgmaður.
Tað er neyðugt at taka burtur avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, so at Føroyar kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi. Hetta var boðskapurin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, tá ið hann fyrrapartin var á fundi við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.
“Í løtuni eru fleiri dømi um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi. Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at vit vilja broyta lógina, so Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, vit sjálv hava ábyrgdina av. Hesar spurningar tók eg eisini upp á fundinum í dag,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Danski forsætisráðharrin segði seg vóna, at partarnir í sátt og semju kunnu loysa avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska økinum.
Umframt uttanríkispolitisku lógina, umrøddu Aksel V. Johannesen og Lars Løkke Rasmussen m.a. føroysku stjórnarskipanina og norðurlandamál.
Løgmaður kemur til landið aftur í kvøld.