Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Sami fólkavøkstur sum fyri einum ári síðani, tó minni í høvuðsstaðnum og størri uttanfyri

Savnsmynd 24.fo

Fólkatalið var 50.437 tann 1. desember. Tað vaks við 685 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðarskeiðinum 1. des. 2016 – 1. des. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 459 og burðaravlopi á 226. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarnu 4-5 mánaðirnar, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Kelda: Hagstova Føroya» 16. januar 2018

Við síðstu uppgerð fyri einum mánaði síðani varð nevnt, at stóra ferðin í fólkavøkstrinum var minkað nakað, úr 1,5% í summar niður 1,3%. Vøksturin er tó aftur nú 1,4%, tann sami sum síðsta heyst. Tað er serliga nettotilflytingin, sum er økt aftur, meira enn burðaravlopið er viknað.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Fólkatalið veksur skjótast í Vágum, Streymoy uttan høvuðsstaðin og Eysturoy

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 203 fólkum, í Eysturoy við 186 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 116 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 3,0%, í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,5% og í Eysturoyar sýslu við 1,7%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við 1,1%. Og aftur eitt lop niður til Sandoyar og Suðuroy sýslum við 0,4%.

Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað er broytt nú í vetur, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 30% av fólkavøkstrinum, samanborið við 58% undanfarna 12-mánaðarskeiðið.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.151 ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á yvir 400 vend til eina líka so stóra positiva nettotilflyting.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Vøkstur í 21 kommunum – stendur í stað ella minkar í 8

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 258 fólkum, ið er 38% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Tað sama er galdandi fyri Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið veksur við 56 fólkum, svarandi til 8% av vøkstrinum fyri alt landið, samanborið við, at her búgva 10% av øllum fólkatalinum.

Tá nú tvær tær fólkaríkastu kommunurnar hava ein lutfalsliga minni vøkstur enn landsmiðal, so eru tað aðrar av størri kommununum, ið draga vøksturin væl upp um landsmiðal. Tær eru serliga

  • Sjóar kommuna            5,5%  ella 54 fólk
  • Sørvágs kommuna        5,0%  ella 56 fólk
  • Sunda kommuna           2,7%  ella 46 fólk
  • Vestmanna kommuna    2,3%  ella 28 fólk
  • Vága kommuna             1,9%  ella 38 fólk
  • Eystur kommuna           1,8%  ella 37 fólk

Størsta minkingin er í Hvalbiar, Sands, Fugloyar, Tvøroyrar og Hovs kommunum.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Vøkstur í nærum øllum oyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur í Sandoy og Suðuroy.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 6 fólkum, svarandi til 32%. Eisini er vøkstur í Kalsoynni og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Nólsoy, Skúvoy, Stóra Dímun og Koltri, meðan tað einans er minkandi fólkatal í Fugloy og Svínoy – serliga nógv í Fugloy við 9 fólkum ella 20%. Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.