Í morgun er nýggj fíggjaravtala er gjørd við Nordea um endurfígging av Bakkafrost.
Lánsbrævið á NOK 500 milliónir, sum Bakkafrost tók fyri 5 árum síðan, fellur til gjaldingar hálvan februar 2018. Bakkafrost hevur herumframt lánsmøguleika hjá Nordea á DKK 850 milliónir. Hetta verður nú endurfíggjað við einum nýggjum láni á EUR 200 milliónir, sum við einum sokallaðum akkordium lánsmøguleika kann víðkast við EUR 200 milliónir, um felagið hevur tørv á tí.
Høvuðstreytirnar fyri fíggingini eru í tveimum: (1) Solvensurin skal vera hægri enn 35%, og (2) Úrslit áðrenn avskrivingar og rentur (EBITDA) skal vera hægri enn tríggjar ferðir rentukostnaðin.
Nýggja fíggingin gevur Bakkafrost lægri kostnað umframt betri fíggjarligan smidleika.
Fíggingin er treytað av endaligari undirskriving av skjølunum. Hetta verður væntandi avgreitt komandi vikurnar.