Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nýggj andlit í Tórshavnar Býráð

Tá ið býráðsfundurin verður í kvøld, eru ikki færri enn tríggir mans, sum taka sæti í býráðnum á fyrsta sinni. Allir tríggir eru valdir fyri Javnaðarflokkin.

Djóni N. Joensen er løgtingsmaður og útbúgvin námsfrøðingur.

Høgni Joensen er skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt og útbúgvin lærari.

Odd Færø er greinari á roknskapardeildini hjá SEV og útbúgvin í vinnubúskapi og hevur haraftrat eina tryggingarútbúgving.

Býráðsfundurin í kvøld verður stroymdur frá kl.18. Og tá ber til at fylgja við HER.