Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ein dáragerð

Tað er mær ein gáta, at  vælvirkandi og skræddaraseymaða Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík,  nú skal flytast inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim.  Eitt røktarheim, sum er bygt til  røktarheim og ikki læknamiðstøð.  Læknamiðstøðin er væl placerað beint við apotekið, góðir parkeringsmøguleikar og er løtt atkomilig hjá øllum. Hædd er enntá  tikin fyri útbyggingarmøguleikum.  Hetta verður alt gjørt  ímóti viljanum hjá serkunnleikanum/kommunulæknunum á staðnum.  Ella eru  teir ikki eingang  eftirspurdir ?

Hetta  kann valla  kallast annað enn  ein dáragerð. Kommunulæknar og heilsustarvsfólk skulu flytast úr  eini vælvirkandi  læknamiðstøð, sum er skræddaraseymað/bygt til endamálið inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim, sum er skræddaraseymað/bygt til  røktarheim.  Hetta eru tvey vítt ymisk endamál.  Tað verður ofta sagt, at vit skulu burtur frá  at keypa gamalt og umbyggja  til endamálið, og hesum eri eg samd í. Í longdini verður hetta sum oftast ein  dýrari og  verri loysn enn at byggja nýtt.   Her skulu brúkast 15 mill og vit fáa ikki bara onki fyri peningin, men vit fáa eitt verri produkt  !
Hetta kann samanlíknast við, at eitt lutfallsliga nýtt og vælvirkandi  bakarí flytir  inn í ein lutfallsliga gamlan  bilverkstað og bilverkstaðurin so flytir  inn í bakaríið. Síðani skulu bæði umbyggjast til endamálið. Hol í høvdið  vildu vit sagt, og   hetta hevði neyvan komið fyri  í privatu vinnuni.  Hinvegin sýnist tað tíverri soleiðis, at alt ber til innanfyri tað almenna. Kanska  serliga væl, tá tað snýr seg um  veik og sjúk. Politiskar kabalir verða tiknar fram um.  Alt snýr seg  um at fáa ávirkan –  enntá fyri einhvønn prís.

Standi eisini spyrjandi yvirfyri, at   borgarstjórin   saman við leiðsluni á KS hevur verið  runt á stovnum í Klaksvík og greitt frá, at tey í felag skuldu niðurleggja  vælvirkandi læknamiðstøðina, uttan so frægt sum at hava  spurt serkunnleikan/kommunulæknarnar á staðnum fyrst ?  Fólkið má vera við, annars  verður alt til fánýtis.

Umbyggja læknamiðstøðina til røktarheim

Sum rosinan í pylsuendanum er ætlanin harumframt, at  læknamiðstøðin skal umbyggjast  til eitt røktarheim ?. Álvaratos,  hvussu nógvan pening skal  Klaksvíkar býráð  nú brúka  til at umbyggja  læknamiðstøðina til eitt  røktarheim ?  Fer hetta at kosta   skattahækking ? Nú má vit og skil koma í aftur. Lat okkum heldur  gleðast um, seta prís uppá  og varðveita tað, sum virkar.

 

Eitt er at gjalda skatt, har peningurin fer  til eitt gott endamál,  og tað sum er neyðugt. Í hesum førinum verða brúktar 15 mió til nakað sum frammanundan virkar og verður gjørt verri.    Harumframt skal ein ókend milliónaupphædd  brúkast til at broyta læknamiðstøðina til eitt røktarheim. Hesar 15 mill vildu gjørt so øgiliga nógv meiri nyttu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, til ábøtur uppraðfestingar har.   Hetta er eiitt skúladømi uppá skilaleyst og nyttuleyst  alment oyðsl.

 

Vil staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar um heldur at útbyggja vælvirkandi læknamiðstøðina tá hetta gerst  neyðugt til frama fyri brúkarnar av læknamiðstøðini og starvsfólkini har. Fari at endurtaka orðini fyrr í greinini, at  ein treyt fyri,  at eitt mál skal  eydnast er, at tú hevur fólkið við.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna.