Home Fólk & Samfelag Útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

by OML

Tá ið borgarstjórin samanber ætlanirnar, hann hevur í dag, við ætlanirnar ið vórðu umrøddar í 2010, er tað púra hvør sítt mál, og var tá talan um eina útbygging. Antin hevur hann ikki sett seg nóg væl inn í málið, ella tosar hann ímóti betri vitan.

Fyri átta árum síðani, í januar 2010, setti bygginevndin, ið arbeiddi við útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, seg í samband við Klaksvíkar Kommunu og spurdi, um tey kundu kunna býráðið um tiltrongda útbygging av sjúkrahúsinum. Sum borgarstjóri kallaði eg býráðið saman 26. januar 2010. Ætlanin við kunningarfundinum var at fáa býráðið at melda út, um vit vildu verða viðspælari í sambandi við útbygging av sjúkrahúsinum fyri áleið 60 mió. kr.

Dagskráin hjá bygginevndini var at útbyggja verandi sjúkrahús við væl øktum fermetratali í trimum hæddum, norðurúr verandi sjúkrahúsi. Tey ynsktu eisini at umrøða, um henda útbygging møguliga kundi fevna um kommunulæknar, apotek, røntgen, almannaverk, skaðastovu, amb., endurvenjing, hjálpartól, heilsutrygd o.s.fr. Ein leistur tey kendu frá Svøríki og Finnlandi.

Eftir kunningarfundin var býráðið samt um at svara soleiðis: “Sagt skal verða frá, at býráðið fegnast um hesar ætlanir um útbygging og nútímansgerð av Klaks­víkar Sjúkrahúsi og er jaliga sinnað yvir fyri at viðvirka í fremjingini av verkætlanini í tann mun hetta tilkemur kommununi.

Býráðið tekur undir við málinum hjá bygginevndini, at útbyggingin, umframt sjálva sjúkrahús-útbyggingina, skal savna fleiri tænastur á heilsuøkinum v.m. undir sama tak, og býráðið er sinnað at arbeiða víðari við møguleikanum, at kommunulæknaviðtalur gerast partur av hesari útbygging. Vit vænta at frætta aftur frá bygginevndini hesum viðvíkjandi, soleiðis at ein leistur kann verða lagdur fyri ta víðari tilgongdina.”

Henda ætlan, ið borgarstjórin nevnir frá 2010, endaði við eini ógvuliga barberaðari útgávu uppá knappar 15 mió. kr. ið vórðu játtaðar í 2012, meðan Karsten Hansen var landsstýrismaður. Hesin peningur rakk ikki til nakra útbygging, men varð brúktur til hart tiltrongdar og neyðugar umvælingar, eins og bygging inni á verandi sjúkrahúsi og harvið endaði tað málið. Longri er tann søgan ikki.

Tá ið borgarstjórin nú ákærir bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir og meg fyri, at vit nú ikki taka undir við einum máli, ið vit tóku undir við í 2010, so veit borgarstjórin, ella átti hann at vita, um hann hevði sett seg inn í málið, at hetta er púra eitt nýtt mál og tí ikki kann samanberast við útbyggingarætlanirnar á Klaksvíkar Sjúkrhúsi, ið bygginevndin kunnaði býráðið um í 2010.

Býráðið ikki viðgjørt málið

At borgarstórin, ið eisini er landspolitikari, hevur gjørt eina semju við sitandi landsstýrissamgongu, uttan at hann hevur lagt hetta fyri býráðið, ið er hoyringsmyndugleiki, er ómetaliga óheppið og átalu vert. Tað sum er so umráðandi nú er, at vit fáa tað rætta og ikki nýta pening uppá nakað vit longu hava uppbygt.

“Heildarætlanin fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”, ið varð løgd fyri býráðið í 2016, sum umboð fyri Klaksvíkar Kommunu og Klaksvíkar Sjúkrahús løgdu úr hondum, skuldi vera eitt arbeiðsskjal og samtykti býráðið tá, at hvørt av teimum 10 átøkunum í ætlanini skuldu viðgerðast og leggjast fyri sum sjálvstøðug mál. Hetta er heldur ikki gjørt.

Tær 15 mió. kr. ið Løgtingið nú skal játta, bera onga útbygging ella menning av Klaksvíkar Sjúkrahúsi við sær og avtalan borgarstjórin hevur gjørt við landsstýrissamgonguna er at kommunulæknarnir skulu flyta úr góðum hølum, ið eru bygd til endamálið inn á eitt gamalt røktarheim. Hetta er ikki viðgjørt í býráðnum, hetta gevur onga meining og er hetta heldur ikki í tráð við tær ætlanir ið lógu í kortinum í 2010.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.