Home Fólk & Samfelag Eg fór totalt í kjallaran

Eg fór totalt í kjallaran

by OML

Danski prædikumaðurin, Jørn Hyldgaard var mitt í lívsyrki sín sum samkomuleiðari, tá hann fekk eina tunga depresjón og fór totalt niður í kjallaran. Her var hann í samfull seks ár.

Hann kom tó fyri seg aftur, og í hesi vikuni vitjar hann í Føroyum og greiðir frá sjúkuni, og hvat ein kann gera fyri at koma fyri seg aftur.
Jørn fer mikukvøldið at siga frá søgu síni í Atlantis Bio í Klaksvík, har møguleiki eisini er at keypa eina bók, har hann greiðir frá hesum tungu árunum í lívi sínum.
– Eg vil bara siga, at tað er eitt Guds undur, at eg havi fingið mítt lív aftur, sigur Jørn.
Framløga hansara, ið er ókeypis, verður í Atlantis Bio og byrjar kl. 20. Neyðugt er at møta tíðliga, tí plássið er avmarkað til 97.

AVKLÆÐA MÝTURNAR

Jørn Hylgaard er kendur innan tann karismatiska heimin í Norðurlondum. Í dag hevur hann tað gott og er aftur sera virkin, tó ikki sum samkomuleiðari.
Hann ferðast nógv í dag, fyri at greiða frá tunglyndi og hvussu mann kann hjálpa sær sjálvum úr slíkari støðu.
–  Vit ynskja at avklæða nakrar av mýtunum og hugburðunum til sálarsjúkur. Vit trúgva fult og fast, at vit við okkara vitan og royndum kunnu skapa vón hjá teimum, sum eru rakt – eisini hjá teimum, sum vara av, og sum oftast ikki verða løgd merki til, hóast tey eru líka hart rakt sum tann sjúki.
– Vit hava eisini funnið út av, at í kirkju- og samkomuhøpi eru mong, sum eru plágaði sálarliga. Teimum misskiljingum, mýtum og gamaldags hugburðum, sum eru millum tey kristnu um, hvat sálarsjúka er, ynskja vit at koma til lívs, greiðir hann frá.

Vælkomin í Atlantis Bio mikukvøldið kl. 20!

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.