Gistingarnar á gistingarhúsunum, ból og bita, íbúð/hús og kamping, vóru í 2017 tilsamans útivið 175.000.
Hagstova Føroya » 13. februar 2018
Tað eru 15.000 fleiri enn árið fyri, svarandi til ein vøkstur á 9%. Innskrivingarnar tilsamans vóru í 2017 eini 14% fleiri enn í 2016.
(trýst á myndir, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Hyggja vit nærri at gistingarhúsunum, so vóru innskrivingarnar á gistingarhúsunum 62.000 í tali, einar 7.400 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur á 14%.
Kømurini á gistingarhúsunum blivu leigaði út 91.800 nætur í fjør, ein øking upp á 8.600 í mun til 2016, ella ein 10% vøkstur.
Persónsgistinæturnar á gistingarhúsunum vóru útivið 143.000 í 2017, einar 15.300 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 12%.
Frásæð eina afturgongd í innskrivingunum í 2014, so hevur vøkstur sum heild verið í tølunum fyri gistingarhúsini øll árini síðan 2013.
Gistingarhúsvinnan er sera árstíðarbundin. Virksemið slaku vetrarmánaðirnir er bert ein sætting av virkseminum í juli mánaða, har flestu gistingarstøð eru fullsett. Í 2017 er ongin størri broyting í myndini í so máta, men sæð í mun til 2016 eru innskrivingarnar tó hægri allar mánaðir.
Fólk við bústaði í Føroym hava vanliga staðið fyri triðinginum av innskrivingunum á gistingarhúsunum. Parturin hjá útlendingum hevur tó sum heild verið vaksandi síðan 2013, og var parturin hjá útlendingunum í 2017 komin upp á 70%.
Hvat er ein gisting og ein innskriving?
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein ”persónsgistinátt” (ella gisting) tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini ”innskrivingar”, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn og ”kamarsnætur”, sum er talið á nætrum, eitt kamar er útleigað.
Gistingarstøðini verða flokkaði í gistingarhús, íbúð og hús, ból og bita ella kamping.
Sum fyrr nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’ ella aðrar líknandi tænastur, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.
Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.