Lisitatión hevur verið á Landsverki í sambandi við fast innbúgv til Skúladepilin við Marknagil, Glasir. Útboðið var býtt upp í níggju ymiskar arbeiðstøkur, og tilsamans komu inn 26 tilboð fyri allar arbeiðstøkurnar.
Landsverk bjóðaði herfyri út fast innbúgv til Glasir. Útboðið fevndi um níggju ymsar arbeiðstøkur, sum vóru hesar:
1. Ítróttarumhvørvið – 2. Bilverkstaður – 3. Verkstaðssúlur – 4. Timburdeild – 5. Hárfríðkanardeild – 6. Náttúruvísind og El-deild – 7. Stórkøkur – 8. Tékøkar – 9. Sólverja.
Inn komu úr tveimum til fýra tilboð fyri hvørja av teimum níggju ymsu arbeiðstøkunum. Tilsamans 26 tilboð. Lægstu boðini í avrundaðum tølum áttu hesi:
Eikin kr. 455.000 fyri Ítróttarumhvørvið
FTZ kr. 1.955.000 fyri Bilverkstaðin
Maskinhandilin kr. 1.190.000 fyri Verkstaðssúlur
KBI kr. 2.960.000 fyri Timburdeild
Inventartænastan kr. 611.000 fyri Hárfríðkanardeild
Blika kr. 730.000 fyri Náttúruvísind og Eldeild
Elding kr. 3.213.000 fyri Stórkøk
Blika kr. 131.000 fyri Tékøkar
Inventartænastan kr. 1.259.000 fyri Sólverju (gardinur)
Samlaða upphæddin fyri lægstu tilboðini er sostatt 12,5 mió. krónur, og hetta heldur seg innan fyri kostnaðarmetingina, sum frammanundan varð gjørd av hesum arbeiðstøkum.
Ein 10. arbeiðstøka er eftir í sambandi við fast innbúgv á Glasi, og tað er til Maskin- og Smiðjudeildina, har tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 21. februar