Samlaði útflutningurin í 2017 var oman fyri 8,6 mia. kr. Av hesum vóru 8,4 mia. fiskavørur. Samanborið við 2016 var útflutningurin 7% hægri, og um vit bert hyggja at fiskavørunum, var vøksturin 9%.
Hagstova Føroya » 16. februar 2018
Útflutningurin av laksi er vaksin bæði í nøgd og virði. Meðan nøgdin er vaksin 2%, er samlaða virðið av útflutta laksinum vaksið 6%.
Vit hava útflutt fyri 1,86 mia. kr. av makreli, sild og svartkjafti. Tað er ein vøkstur á 18%. Tað er serliga sild, vit hava útflutt meiri av. Í 2016 útfluttu vit sild fyri 400 mió. kr. og í fjør fyri 675 mió. Útflutningurin av makreli vaks 4% og er nú farin upp um eina mia. kr. Svartkjaftaútflutningurin minkaði 18% í mun til 2016.
Størsti vøksturin við 53% var í bólkinum fiskaúrdráttir. Meginparturin av útflutninginum í hesin bólkinum er fiskamjøl. Í fjør útfluttu vit fiskamjøl fyri omanfyri hálva mia. kr., tað er 250 mió. meir enn árið fyri.
Tey fýra fiskasløgini, laksur, makrelur, sild og svartkjaftur umboðaðu í 2017 tveir triðingar av samlaða útflutninginum. Verður úrdráttur av uppsjóvarfiski (fiskamjøl), tikin við, eru laksur og uppsjóvarfiskur næstan tríggir fjórðingar av øllum útflutninginum.
Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her