Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Astrup, Astrup über alles – 2.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Tá ið eg hoyrdi, at bókin ”Astrup” skuldi koma út, kom eg beinanvegin at hugsa um tað, ið Winston Churchil skal hava sagt, tá ið hann varð spurdur, um hvat eftirmæli hann roknaði við at fáa. Churchill svaraði: ”History is going to be kind to me, I intend to write it myself”.

Og Gud hjálpi mær, um eg ikki fekk hesa bók í jólagávu. Lat meg beinanvegin gera vart við, at henda bók hevði ikki verið á mínum ynskilista til jólar, um eg skuldi gjørt ein slíkan. Men ein gáva er ein gáva, og vit eru takksom fyri tær gávur, ið okkum verða givnar.

Eg veit ikki, um rithøvundurin ætlar at koma við fleiri bókum, ella ætlar at hesin monologur frá Astrupi skal standa einsamallur. Eftir mínum tykki hevði sera nógv av tí, ið verður ført fram í bókini, havt gott av einari faktakanning – fyri at at fáa staðfest, um viðurskiftini veruliga vóru, soleiðis sum Astrup førir fram.

Tað eru fleiri støð, har ið eg sjálvur kundi hugsað mær at rættleitt ella viðmerkt tað, ið ført verður fram. Eg skal í hesum umfari tó avmarka meg til at viðmerkja og lýsa nærri tey brot, har ið eg persónliga eri nevndur.

Astrup sýnist mær at hava ein stabilan stíl og eitt óvanliga avslappað forhold til sannleika – fakta – moral.  Eftir bókini at døma, so er Astrup bara ”über alles.”

Vísandi til síðurnar 53 – 54 – 68 – 69.

Lesarin, ið ikki er vitandi um veruligu gongdina, fær eina kenslu av, at Faroe Seafood (har eg var stjóri) kom knappliga – sum ketta upp úr høvdatrogi – og segði upp samstarvið við Føroya Banka (har Astrup var stjóri). Uppsøgnin kom púra óvart á Astrup, og hann metti, at uppsøgnin var óndsinnað og time’ingin tilætlað.

Hetta er beinleiðis reingjan av veruleikanum.

Uppsøgnin av fíggingini frá Føroya Banka, apríl 2005, var endin á einari langari process, ið Astrup sjálvur byrjaði, á vári 2004, við at boða okkum frá, at United Seafood/Faroe Seafood var ov stórt hjá Føroya Banka at fíggja einsamallur.  Astrup skuldi sjálvur útvega fíggingarpartnara, men tað kláraði hann ikki. Síðani bað Astrup okkum um at finna ein áhugaðan fíggjarstovn.  Astrup var allatíðina kunnaður um gongdina.  Vit funnu Kaupthing, ið vildi fíggja alt virksemið hjá okkum.  Tilboðið frá Kaupthing var nógv betri á øllum økjum enn okkara táverandi fígging í Føroya Banka.  Astrup hevði allar møguleikar, og tíð nokk, til at koma við einum móttilboði. Men Astrup vildi onki broyta og kom ikki við nøkrum tilboði, ið vit kundu brúka til nakað.  Tað tóktist, sum rak hann eitt inkassokantór heldur enn ein banka.

Vit, sum varðaðu av United Seafood/Faroe Seafood, tvs. nevndin (Óli M. Hansen formaður, Bergur í Garði sáli, Símun Mittún, Jens Josefsen og Sofus Poulsen) og stjórnin (Meinhard Jacobsen stjóri og Leivur D. Michelsen fíggjarleiðari), vóru noyddir til at fara undir realitetssamráðingar við Kaupthing.  Tí okkara uppgáva var at veita felagnum so góðar karmar sum gjørligt.

At Kaupthing nøkur ár seinni fór á húsagang, var tað ongin, ið var vitandi um tá.

Vit blivu einigir við Kaupthing um treytirnar og fóru undir at fáa øll viðurskifti upp á pláss.  Hetta visti Astrup fullvæl, við tað at hann eina tíð frammanundan varð biðin um at koma við einari fullari uppgerð sambært bankanum yvir viðurskiftir, sum Faroe Seafood hevði við Føroya Banka, og sum vit kundu brúka í sambandi við umskiftið.

Avgreiðslan av hesum dró út, men øll viðurskiftini vóru kortini umsíðir fingin uppá pláss – beint áðrenn Astrup skuldi leggja frá sær og halda fráfaringardag í Føroya banka.

Vit vóru ivasamir, um hvussu vit skuldu handfara hesa støðuna.  Tvinnir vóru leistirnir:

Annar var at siga avtaluna upp á sjálvum fráfaringardegnum hjá Astrupi.

Hin var at siga avtaluna upp sum tað fyrsta, ið møtti tí nýggja stjóranum, Janusi Petersen.

Hvørgin leisturin var serliga ynskiligur.  Men eftir at hava viðgjørt støðuna, avgjørdi ein samd nevnd og stjórn at brúka tann fyrra leistin. Grundin var tann, at hetta málið hoyrdi Astrupi til.  Astrup hevði byrjað sakina.  Komið var nú á mál við sakini.  Tí var tað eisini mest passandi, at Astrup endaði sakina.

So kundi Janus Petersen fáa eina nýggja byrjan.

Astrup brúkti sera oftani tann framferðarhátt, at hann sendi starvsfólk úr bankanum út til okkara við sokallaðum bornum brøvum.  Bæði vanligur postur og teldubrøv fungeraðu annars væl.  So, vit undraðu okkum mangan yvir, hví Astrup brúkti henda hátt at bera brøvini út.  Vit komu til ta niðurstøðu, at  hetta var ein máti hjá honum at gera okkum dagin ótryggan, ein formur fyri chikanu.

Tá ið vit nú vóru komnir í ta støðu, at samstarvið millum Føroya Banka og Faroe Seafood skuldi enda, so varð avgjørt at Óli og eg skuldu bera Astrupi boðini persónliga – heldur enn bara at senda honum eitt ómansligt bræv.  Vit so gjørdu.  Á fundinum handaðu vit Astrupi brævið, greiddu honum frá støðutakanini og endaðu soleiðis hesa sak, sum Astrup sjálvur hevði byrjað og koyrt.  At enda takkaðu vit Astrupi fyri samstarvið og ynsktu honum góðan byr framyvir.

At time’ingin var tilætlað, og at Astrup var óvitandi, er loddrøtt lygn.

Tað undrar meg almikið, at Astrup skuldi taka sær hetta so nær, sum tað er lýst í bókini.  Vit gjørdu onki annað enn tað, ið Astrup sjálvur bað okkum um – og noyddi okkum til – at gera.

Fjølmiðlarnir kunnu biðja Astrup um eitt eintak av uppsagnarskrivinum frá Faroe Seafood, um teir ynskja at fáa at vita, hvat skrivað stendur.  Fjølmiðlarnir hava fyrr fingið tilfar frá Astrupi, so tað skuldi verið lagamanni at fingið fatur á tí brævinum eisini.  So kunnu fólk sjálvi meta um, hvussu óvart hetta kom á Astrup.

Fyri tann góða ordanin skyld skal eg upplýsa, at Føroya Banki og Astrup mistu onki upp á Faroe Seafood, eftir at eg tók við leisluni av felagnum, í 1998.  Tvørturímóti fingu teir allan tann pening, ið teir høvdu lænt felagnum aftur, við okursrentum, og harafturat eina tvísifraða milliónaupphædd sum ”upside”. Upside-avtalan var sett saman á tann hátt, at um felagið gav meira í yvirskoti enn eina ávísa upphædd, so skuldi bankin hava ein ávísan part av hesum yvirskoti; tó var ein maksimum upphædd ásett.

Føroya Banki misti heldur onki, tá ið Astrup sendi Faroe Seafood í skiftirættin við at uppsiga kredittirnar í des. 2010.

Vísandi til síðu 68

Her verður víst til tað lesarabrævið, ið eg sendi til fjølmiðlarnar tann 03-05-2016 við yvirskriftini ”Astrup, Astrup über alles”.  Astrup roynir at verja inside’ara-handilin, við søluupphæddini, har ið føroyingar spældu av við virkið í Grimsby.  Virkið varð stutt eftir selt víðari til íslendingar.  Hvønn vinning, ið teir seinnu seljararnir fingu, veit eg av góðum grundum ikki.  Men kanska Astrup veit? Úrslitið fyri føroyingar var tó púra greitt: Møguleikin fyri føroyskari virðisskapan í Bretlandi bleiv søga eftir einari nátt.

Eftir mínum tykki hevur upphæddin, ið handlað varð fyri, onga ávirkan á tað moralska í málinum. Hasin handilin var, er og verður eftir mínum tykki til allar tíðir ein ómoralsk dáragerð ímóti føroyskari fiskivinnu.

Astrup hevði heldur ongar trupulleikar av at selja uppsjóvarvirkið í Kollafirði til hálendingar fyri ein láturligan prís, eftir at makrelurin var staðfestur hjá føroyingum.

Og Astrup hevði heldur ongan trupulleika við at selja fíggjarkravið hjá Faroe Fish II fyri ein sera lágan kurs – undirhonds – til ”venner og bekendte”, sum nærum beinanvegin seldu kravið víðari fyri nærum fullan kurs.

Í ongum føri kunnu keypararnir lastast.  Tað var seljarin, ”Astrup”, ið tók avgerðirnar.

Vísandi til síðu 71
Her vísir Astrup á, at lagnunnar speisemi var, at fyrsti kundi, ið ringdi til hansara, tá ið hann kom aftur til Føroya at stjórna tí kollsiglda Eik banka, var eg.  Eg veit ikki, um eg var fyrstur, men at eg ringdi til hansara, við umbøn um at fáa ein fund um støðuna hjá Faroe Seafood, er rætt.  Eg veit ikki, um Astrup ikki hirdi ella ikki tordi at møta mær, men fund fekk eg ongan við Astrup um hetta mál.  Astrup sigur tað so væl – at nú var ein onnur tíð.  Hvør skal siga: ”Gengældelsens time var kommet”.  Eftir bókini at døma, so hevur tað upptikið Astrup nógv, at vit skiftu fígging frá Føroya Banka til Kaupthing.  At vit gjørdu, sum okkara skylda álegði okkum – og sum Astrup eisini sjálvur hevði biðið okkum um og noytt okkum til at gera – má kortini hava traðkað hart á hansara forfeingiligheit; og hetta skuldi nú lønast aftur.  Ikki var torført hjá honum at hevna seg inn á okkum – við ”statens penge i ryggen”.  Tað má sigast at vera ”en meget ulige kamp”.  Oddsini hjá okkum móti statinum vóru munandi verri enn hjá Dávidi móti Goliati.

Astrup fundaðist bara við nevndarformannin í Faroe Seafood, Inga Højgaard, um felagið.  Hvat ið teir hava tosað um, veit eg av góðum grundum ikki.  Men onkran ”deal” hava teir nokk gjørt sínámillum.  Ingi Højgaard boðaði okkum greitt frá, at hann sum nevndarformaður fór onki aktivt at gera, fyri at Faroe Seafood skuldi fáa ein loysn.  Eg helt annars, at fremsta uppgávan hjá einum nevndarformanni er at arbeiða fyri felagsins besta.

Tá ið ein tíð var farin, kom Astrup við einari útmelding í fjølmiðlunum, um at ein loysn var funnin, og at ein avtala var gjørd við keyparar av Faroe Seafood.  Ímillum keypararnar vóru íslendsk áhugamál.  Hesir íslendingar vildu sleppa at síggja alla ta internu informatiónina í felagnum.  Eg noktaði fyri hesum og segði við Inga Højgaard, at fyrst skuldu vit síggja, hvussu avtalan um keypið sá út.  Ingi hevði onga avtalu sæð.  Men ístaðin fyri at útvega avtaluna, gav Ingi mær harraboð, um at íslendingarnir skuldu sleppa at síggja alt hjá felagnum.

Um ongin avtala tá fanst, so visti eg, at felagið var deyðadømt eftir slíka gjøgnumgongd, við tað at aðrir keyparar tá halda seg burtur.

Tað fanst eingin avtala, og tað sum Astrup førdi fram í miðlunum var ein loddrøtt lygn.

Um lygnin var tilætlað ella ikki, veit Astrup best sjálvur.  Men ávirkanin var greið: Faroe Seafood fekk tá deyðskossin frá Astrupi.

Tann 03-10-2010 vóru Astrup og Ingi, nevndarformaðurin, klárir at leggja Faroe Seafood í oyði.

Tað sá út, sum at Astrup snaraði handtakinum á Gatlin maskinbyrsuni, ímeðan Ingi løddi magasinini.

Alt var oyðilagt í kúluregninum.  Um tað var meg, ið Astrup vildi hevna seg inn á – ella løna aftur – so kundi hann gjørt tað.  Tað var ongin grund til eisini at revsa øll hini 700 óseku starvsfólkini í Faroe Seafood.  Tey høvdu onki gjørt Astrupi.  Trotabúsuppgerðin vísti, at hesin húsagangurin var púra óneyðugur.  Hann kann tí koma undir heitið:  Kollektiv revsing vegna forfeingiligheit hjá Astrupi.

Verður sæð burtur frá øllum morali, so má sigast, at fyri Inga Højgaard hevur tað helst loyst seg sera væl økonomiskt at leggja Faroe Seafood í oyði – og beina fyri arbeiðsplássunum hjá teimum 700 fólkunum.  Tá ið kúluregnið frá Gatlinum steðgaði, bleiv hann av Astrupi settur til bústjóra, ”bedemand”, yvir øllum ”líkunum”.  Ingi var illa fyri eftir avrættingina av Faroe Seafood.  Hann var í sjónvarpinum, og sambært honum sjálvum var støðan ikki góð – ”nógvur kvalmi og vildi illa spýggja.”  Men hóast ta ringu støðuna, so tók hann seg saman, og eftir 6 árum eydnaðist tað honum umsíðir at fáa trotabúgvið – yvir felagið, har hann sjálvur hevði verið nevndarformaður – avgreitt.  Minnist meg rætt, kostaði tann samlaða trotabúsviðgerðin rættuliga nógvar milliónir.

Sum fyrr nevnt, so hevur Astrup eftir mínum tykki altíð havt eitt avslappað forhold til sannleikan – til fakta og moral, rætt og skeivt.

Sigast má, at valið av bústjóra týðiliga vísir hetta avslappaða forholdið.  Sum nevndarformaður var Ingi Højgaard ógegnigur – inhabilur – at verða bústjóri eftir konkurslógini §238.  Til tann, ið hevur áhuga, sí úrskurð frá Eystara Landsrætti, UfR 2002 233.  Harafturat starvaðist Ingi Højgaard hjá tí advokatfelagnum, sum hevði havt øll málini hjá Faroe Seafood/United Seafood, ið eg kann minnast, við undantak av einum.

Nú tá ið Astrup hevur fingið loyvi til at skriva eina bók við sera jaligari lýsing av sær sjálvum, so vóni eg, at hann fær tamarhald á forfeingiligheitini, frið í sálina og annars ein góðan aldurdóm.

Heilsan

Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Faroe Seafood.

P.S

Egon Olsen, i Olsen Banden, var en hædersmand.  Han beskæftigede sig udelukkende med ulovlig kriminalitet