Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Astrup – tagnarskylda ?

Savnsmynd 24.fo

Lesi í miðlunum at Astrup við greinini „den der lyver“ helst ætlar hesa sum svar upp á mína grein við heitinum “Astrup, Astrup über alles – 2”.

Eg viðmerkti nøkur brot úr bókini „Astrup“, ið beinleiðis høvdu við meg at gera, og sum vóru skrivað sum beinleiðis lygnir.

Hevði rokna við, at tann almenni rithøvundurin møguliga fór at gera onkra viðmerking, men síggi at veruligi rithøvundurin (Astrup) roynir at gera nakrar slíkar.

Havi lisið greinina hjá Astrup, men sakni viðmerkingar ella rættleiðingar til tey sjónarmið, ið eg førdi fram.

Tá ið Astrup ikki afturvísir tað, ið eg vísi á, so taki eg tað, sum at hann ikki hevur nakað at leggja afturat, men at tað, sum eg skrivi, er á góðari leið og í samsvari við tað, sum veruliga fór fram.

Fyri at flyta fokus dregur Astrup aðrar óviðkomandi persónar – Óla Breckmann og Dan Klein – inn í málið.  Um Astrup hevur hug at bólka meg saman við hesum persónum, ið eisini hava úttalað seg kritiskt um hann, so stendur tað honum frítt at gera tað. Trongdin eftir at bólka persónar eftir egnum tykki sigur ikki so lítið um fyrrverandi bankastjóran.

Hvør ið flýgur høgt, og hvør ið flýgur lágt, skal eg heldur ikki gera meg klókan uppá, men fari at lata Astrup um at gera slíkar niðurstøður.

Tykist tó løgið, at Astrup ikki tykist vilja hoyra onnur sjónarmið enn síni egnu. Astrup plagdi annars sjálvur at føra fram, at ”man skyder vel ikke en sangfugl”.

Skal tó viðmerkja nakað av tí, sum Astrup førir fram í greinini.

At skuldin hjá Faroe Seafood var nærum eina hálva milliard, sigur í sær sjálvum ikki so nógv um felagið. Skuldin skal dekkast av aktivunum, og uppgerðin eftir trotabúgvið vísti, at meginparturin av peninginum (íroknað uppsagnarlønir og nógvar milliónir til trotabúsuppgerð) komu inn.

Hetta hóast at Astrup royndi at selja bíliga av aktivunum – undirhonds til “venner og bekendte”.

Tá ið Astrup steðgaði øllum kredittunum, so hevði nevndin í Faroe Seafood onki annað val enn at fara í skiftirættin við Faroe Seafood.

Faroe Seafood hevði onga aðrastaðni at fara at fáa fígging. Báðir bankarnir hjá Faroe Seafood (Eik og Kaupthing) vóru farnir á húsagang, og Føroya Banki vildi ikki og hevði helst ikki møguliga fyri at yvirtaka fíggingina frá Eik. Tí stóð Faroe Seafood uttan nakra fígging og noyddist at gevast. At siga at hetta hevði onki við uppsøgnina av kredittunum at gera, er beinleiðis lygn. Haldi, at henda lygnin hevur ikki sørt av sadistiskum undirtóna, serliga tá ið hugsa verður um, at tað er uppsigarin av kredittunum, ið sjálvur framførir hana.

Rætt skal verða rætt:  nevndarformaðurin, Ingi Højgaard, var sera ivrigur eftir at fáa felagið í skiftirættin.

Havi hugsað um, hví Astrup seldi fleiri aktivir úr Eik so sera bíliga. Orsøkirnar kunnu verða nógvar.  Harímillum at kanska vildi hann gera alt fyri at tapini vórðu so stór sum gjørligt – fyri at niðurgera ta undanfarnu leiðsluna og leiðandi starvsfólk í Eik.

Sum fyrr sagt, so veit eg av góðum grundum ikki, hvat Ingi og Astrup hava tosað um.  Eg fái tískil ikki viðmerkt, hvat ið Ingi hevur greitt Astrup frá um holdningin, nevndin í Faroe Seafood hevði. Rokni tó við, at Ingi hevur latið illa at – eftir at Astrup stillaði honum í útsikt at blíva bústjóri.

Fyri góðan ordans skyld, skal eg siga, at gongdin var tann, at beinanvegin eftir at felagið fór í skiftirættin, vóru Ingi Højgard og Eyðfinn Jacobsen valdir til bústjórar yvir øllum feløgunum í trotabúgvið umfataði. Hetta hóast Ingi Højgaard var ógegnigur – inhabilur – at verða bústjóri eftir konkurslógini §238.  Til tann, ið hevur áhuga, sí úrskurð frá Eystara Landsrætti, UfR 2002 233.

Realurin og Føroya Banki, ið fíggjaðu skipini, vóru ikki einigir í hesum vali. Eg veit ikki hví teir vóru óeinigir.  Teir kravdu, at Ingi Højgard var útskiftur við Christian Andreasen sum bústjóra fyri tey arrangement, ið teir høvdu fíggjað. Teir fingu sín vilja frá skiftirættinum, og Christian Andreasen kom inn sum bústjóri í staðin fyri Inga Højgaard, fyri skipini.  Astrup og Eik hildu tó rimmar fast við sína innstilling hóast úrskurðin frá Eystara Landsrætti.

Sum fyrr nevnt, hevur Astrup eftir mínum tykki altíð havt eitt avslappað forhold til sannleikan – til fakta og moral, rætt og skeivt, og ikki minst til herda tagnarskyldu.

Kundar hjá bankunum, ið samskifta við bankan á ymiskan hátt, rokna við og vænta sjálvandi, at alt samskiftið fer fram í trúnaði. Og kanska í einum serligum trúnaði.

Tí undrist eg stórliga á, at ein fyrrverandi bankastjóri, kann geva út í bók hansara erfaringar, viðgerðir og upplivingar v.m. av navnnevndum bankakundum osv.

Við hesum formi fyri herda tagnarskyldu er ikki óhugsandi, at Astrup kann geva fleiri bøkur út afturat, hvørs innihaldið í høvuðsheitum fevna um navnnevndar kundafundir, kundavitjanir, – samrøður, málsviðgerðir, fylgiskjøl, osv.

Skulu vit rokna við, at Janus Petersen, Árni Ellefsen, Súni Schwartz Jacobsen, Marner Jacobsen ella Petur Holm eisini fara at geva bøkur út, ið penlsa teirra kundaviðurskifti út um allar geilar.

Hvussu fyrihalda Føroya Banki og Betri Banki seg til hetta, at ein fyrrverandi bankastjóri tolkar og praktiserar herda tagnarskyldu á henda hátt?

Føroya Banki er í dag børsskrásettur, og eg rokni við, at teir tískil leggja serliga stóran dent á, at tagnarskyldan verður hildin

Tað er ikki so langt síðan, at Betri samtakið slepti stevning ímóti Astrup.

Haldi at Astrup hevði havt, eins og vit øll hava, gott av at lisið um tann skuldarbundna tænaran.  Mattheus kapittul 18 vers 21-35.

Sum er, sær tað út til at tagnarskylda heldur ikki er nakað, ið Astrup metir seg vera fevndan av.

 Hvør skal siga Astrup er bara über alles.”

Heilsan

Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Faroe Seafood.