Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

784 milliónir útgoldnar í løn í februar

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Í februar vóru 784 millónir kr. útgoldnar í løn. Tað er ein øking upp á útivið 130 mió. kr. í mun til januar, sum vanliga er tann mánaðurin í árinum, tá minst verður útgoldið í løn.

Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri februar mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.

Í februar vóru 784 millónir kr. útgoldnar í løn. Tað er ein øking upp á útivið 130 mió. kr. í mun til januar, sum vanliga er tann mánaðurin í árinum, tá minst verður útgoldið í løn.

Trendurin í februar, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 766 milliónir, ið eru 3 milliónir hægri enn í januar mánaða.

 

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.

Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

 

Stutt um trendin

Við trendinum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.

Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum.