Samstarvsavtala er nú gjørd millum Føroya Sjósavn og Tórshavnar kommunu um rakstrarstuðul fyri 2018. Upphæddin, sum TK letur fyri 2018, er 600.000 kr.
Endamálið hjá Føroya Sjósavni er at sýna fram dýr og plantur, sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og dagligari leiðslu. Framsýningarnar hava síðan 2006 verið í Íshúsinum á Argjum.
Serligur dentur verður lagdur á at hava livandi framsýningar, sum geva gestum eina so góða heildarmynd sum gjørligt av lívinum í sjónum á okkara leiðum. Harumframt er eitt aðalmál at undirvísa skúlaflokkum, barnagørðum og øðrum bólkum í evnum, sum hava beinleiðis samband við framsýningarnar.
Báðir partar hava felags áhuga í at menna eina slóðbrótandi verkætlan, ið byggir á tað góða arbeiðið, ið Sjósavnið longu hevur staðið fyri í fleiri enn 10 ár. Tórshavnar Kommuna eigur matrikkulin á Rættargøtu 8 á Argjum, og Sjósavnið hevur síðan 2006 rikið sjósavn í gamla Íshúsinum, sum kommunan eigur.
Ein samstarvsavtala er nú gjørd, ið sum ítøkiligt mál hevur, at Sjósavnið við ársenda í 2019 hevur fingið eina lidna verkætlan upp á pláss við tekningum, myndugleikagóðkenningum og fígging. Ætlandi verður ískoytisavtala millum Føroya Sjósavn og Tórshavnar Kommunu gjørd seinni í 2018 um stuðul til gerð av skitsuuppskoti o.a.
Á myndini síggjast Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Bjørki Geyti, dagligur leiðari á Sjósavninum, Annika Olsen, borgarstjóri og Suni Petersen, formaður fyri Sjósavnið.
Meira kann lesast um avtaluna í hjálagda pdf.