Eftir at arbeiðið við at menna ein lívfiskastovn undan føroyskum rognkelsum hevur koyrt á einum lágum blussi seinastu árini, verður nú aftur ferð sett á hetta arbeiðið.
Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt eina tvey ára avtalu, sum inniber, at arbeiðið at menna lívfiskastovnin kann halda fram. Endamálið er at fáa rognkelsir, sum trívast í aliringum og eta lús.
Seinnu árini hevur arbeiðið við at menna ein lívfiskastovn undan føroyskum rognkelsum koyrt á einum lágum blussi, tí slíkt arbeiði er kostnaðarmikið. Tí hevur Fiskaaling arbeitt við at finna eina loysn, sum inniber at fáa uttanhýsis fígging til hetta arbeiðið.
Komið er nú á mál við hesum, og Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt eina avtalu, sum inniber, at Marine Harvest í avtalutíðarskeiðinum í stóran mun fíggjar arbeiðið við at menna lívfiskastovnin. Endamálið við verkætlanini er at skapa eitt grundarlag, so føroyska vinnan sjálv kann menna framleiðslu av rognkelsum.
Arbeiðið seinastu árini við at menna føroyska lívfiskastovnin av rognkelsum merkir, at Fiskaaling í dag framleiðir 4. ættarlið av føroyskum aldum rognkelsum. Í samstarvi við Marine Harvest verða hesi rognkelsir sett út á aliøkini hjá Marine Harvest í Sundalagnum Norður, Oyndarfirði og á Sandsvág. Hesi aliøkir eru sera ymisk háttaði, og hetta gevur møguleika at fylgja trivnaðinum hjá føroysku rognkelsunum í teimum ymsu aliumhvørvunum. Endamálið við arbeiðinum er at fáa rognkelsir, sum trívast í aliringum og eta lús.
Afturat lívfiskaarbeiðinum er ætlanin at knýta ymsar verkætlanir, sum millum annað fevna um at menna vitan um strúking, kleking og klekiumhvørvi, startfóðring, fóðurroyndir, rognkelsisskjól og -atferð, og kanningar av trivnaði hjá rognkelsunum á landi og á sjógvi.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið Fiskaaling loyvi at taka rognkelsir, sum hava yvirlivað í aliringum í Sundalagnum Norður, inn aftur á støðina í Nesvík, soleiðis at møguligt verður at ala undan hesum fiskum. Rognkelsir, sum verða sett út á Sandsvág og Oyndarfjørð, verða sonevnt «pitmerkt». Hetta ger tað møguligt at nýta systkin hjá fiski, ið klárar seg væl á Oyndarfirði ella á Sandsvág, til lívfisk.
Avtalan við Marine Harvest inniber eisini, at tá loyvir at ala rognkelsir í Føroyum verða givin, skulu føroysk alifeløg hava møguleika fyri at keypa eitt avmarkað tal av lívfiskarognkelsum frá Fiskaaling. Á hendan hátt fáa tey gagn av tí menningararbeiði, sum Fiskaaling hevur gjørt seinastu árini.