Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Mentamálaráðið stuðlar Betri vinir:

Eg eri sera fegin um, at fleiri varar verða lagdir á leiðini at fyribyrgja happing, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Og eg fegnist almikið um, at Mentamálaráðið hevur kunnað stuðlað verkætlanini.

–Tað er av alstórum týdningi, at arbeiðið at fyribyrgja happing byrjar so tíðliga sum møguligt. Tí er tilfarið Betri vinir, sum Barnabati gevur út, í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet, sera kærkomið.

– Tilfarið, sum er umsett og tillagað føroysk viðurskifti, er ætlað 3 – 6 ára gomlum børnum, fakfólki og avvarðandi. Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing. Eisini fylgir eitt vegleiðaraskeið við, har fakfólk leiðbeinir.

Betri vinir er grundað á nýggju fatanina av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Hetta er eisini í tráð við ta fatan, sum tey átøk innan fólkaskúlan at fyribyrgja og basa happing, byggja á. Komandi skúlaár verður nýggj kanning gjørd millum føroyskar fólkaskúlanæmingar og vónandi verður nýtt tilfar eisini til taks innan fólkaskúlan í næstum.

Kunning um tilfarið er á heimasíðuni hjá Barnabata: http://www.barnabati.fo/betrivinir. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini við knappari hálvari millión.

 

 

Mentamálaráðið, 20. mars 2018