Home Fólk & SamfelagPolitikkur Hevur Kristina og Fíggjarmálaráðið rætt ?

Hevur Kristina og Fíggjarmálaráðið rætt ?

by OML

Búskaparráðið tosar um null vøkstur og ein avtakandi búskap, meðan Fíggjarmálaráðið tosar um varisligan vøkstur í búskapinum. Hvør hevur rætt ?

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin

Hava einki boð uppá framtíðina men vísa til búskaparráðið og siga, at um tað verður sum búskaparráðið spáar so verður skjótt talan um skattahækkan. Men tað vildi verið meiri skilagott um stóru flokkarnir søgdu føroya fólkið og veljarunum hvussu teir sóu støðuna í landinum. Ikki vóru teir vanir við at sitera búskaparáðið.

Hevur Fíggjarmálaráðharrin rætt ?

Tað er nógv sum bendir á at metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru rættari enn útsøgnin hjá búskaparráðnum.

Inntøkurnar hjá kommununum eru støðugar og stagnera ikki. Útflutningurin til Ruslands kann vantast framhaldandi at halda góðu gongdina. Fleiri skip fáa meiri av botnfiskið og verður sagt frá nógvum fiskið kring føroyar sjálvt um hesin enn ikki tekur húkin og var hetta eisini kent seinast tá fiskur kom aftur á grunnarnar.

Tann nýggja uppisjóðarvinnan á landið fær framhaldandi nógva rávøru, oljuprísir og rentan eru enn á einum lágum støði tó kann roknast við hækkandi oljuprísum og møguliga fer renta eisini upp. Menn alt í alt er nógv góngd á innlendisvinnunum, framgongd í ferðavinnuni. So tað eru ikki beinleiðis tekin í sól og mánað um munandi niðurgongd og kreppu í føroyska búskapinum. Eisini havandi í huga munandi konsolideringina hjá stóru reiðaríðunum í landinum og góðu lániðmøguleikarnir hjá kommununum um illa veit við. Met lágt arbeiðsloysið og tilflytan og harvið natúrlig økjan av føroyingum í arbeiðsføra aldrinum.

Óli M. Lassen, siviløkonomur, ábyrgdarstjóri á 24.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.