Nógv at fáa av hýsu – tað mesta síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1983 – og eisini var nógv smáhýsa ímillum. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðuni hav.fo.
Magnus Heinason er júst liðugur við vár-yvirlitstrolingina á Føroyabanka, har 29 hál upp á ein tíma verða tikin á hvørjum ári. Tað var nógv at fáa av hýsu – tað mesta síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1983 – og eisini var nógv smáhýsa ímillum. Hinvegin var toskurin ikki komin fyri seg enn.
Ein glotti er tó, at smáfiskur var uppií. Nøgdin av øðrum fiskasløgum so sum upsa, mathøgguslokki og havtasku hevur verið ójøvn ár um annað.
Magakanningar vístu, at tað var nógv til av nebbasild.
Les túrfrágreiðingina her.