Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

2,2 milliardir goldnar í løn fyrsta ársfjórðingin

Tølini fyri lønargjaldingar í mars eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein. Talvurnar eru nú víðkaðar við ártíðarjavnaðum tølum, trendi og mánaðarligum broytingum í trendi fyri teir fýra høvuðsvinnugreinabólkarnar.

Kelda: Hagstova Føroya» 09. apríl 2018

 

Fyrsta ársfjórðing vóru 2,2 milliardir krónur goldnar í løn.

Tá hugt verður eftir trendinum, so er vøksturin 32 milliónir krónur ella 1,4% fyrsta ársfjóring 2018 í mun til 4. ársfjóring 2017. Frá 1. ársfjóringi 2017 til 1. ársfjóring 2018 var vøksturin 106 milliónir ella 4,8%.


(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Stutt um trendin

Við trendinum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.
Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum.