Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Heðin spyr Henrik um innkomuvegin

Fyrispurningur um innkomuvegin til Tórshavn í sambandi við Eysturoyartunnilin, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

 Hví er avtalan millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Tórshavn frá 7. oktober 2016 ikki løgd fyri Føroya løgting til góðkenningar?

  1. Eigur avtalan ikki at verða góðkend í Føroya løgtingi sum skjótast, tá hon longu 27. oktober 2016 var einmælt góðkend av Tórshavnar kommunu?
  2. Eru nøkur serlig viðurskifti, ið hava seinkað ella forðað landsstýrismanninum at fáa góðkenningina avgreidda í Føroya løgtingi?
  3. Nær kann væntast, at henda avtala verður góðkend í Føroya løgtingi, so hon kann verða framd og gjøgnumførd, soleiðis sum bæði landsstýrismaðurin og borgarstjórin hava skrivað undir uppá?
  4. Ber til at lata Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu, um ikki øll neyðug viðurskifti kring innkomuvegin til Havnina eru avgreidd áðrenn?

 

 

Viðmerkingar:

Tann 7. oktober 2016 skrivaðu Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Heðin Mortensen, borgarsstjóri í Tórshavnar kommunu, undir avtalu um innkomuvegin til Havnina við íbinding til Eysturoyartunnilin.

 

Eftir hesi avtalu skuldu bæði Tórshavnar býráð og Føroya løgting góðkenna avtaluna. Tað gjørdi Tórshavnar býráð einmælt longu 27. oktober 2016, men enn hevur landsstýrismaðurin ikki lagt avtaluna fyri Føroya løgting til góðkenningar, hóast hon er gjørd fyri hálvumøðrum ári síðani.

 

Samstundis sum arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur við fullari ferð, eru enn eingi stig tikin sambært nevndu avtalu, so farast kann undir innkomuvegin, ið má metast at hava alstóran týdning at hava kláran, áðrenn Eysturoyartunnilin kann latast upp fyri almennari ferðslu, væntandi í 2020.

 

Í fíggjarætlanini fyri 2018 eru 8,5 milliónir krónur settar av til innkomuvegin, men bara tvær milliónir krónur eru settar av í fíggjarkarminum fyri 2019. Hetta kundi bent á, at avtalan millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu onkursvegna er gloymd ella dottin niðurímillum, og í øllum førum er tað ørkymlandi at staðfesta, at einki hendir við innkomuvegnum.

 

Í sambandi við Eysturoyartunnilin verður talan um stórt og økt ferðslutrýst rundan um Havnina, ið bara kann loysast, um innkomuvegurin er liðugur, tá tunnilin er liðugur. Men vónandi kann landsstýrismaðurin á nøktandi hátt greiða frá, hví málið tykist liggja stilt og hví einki hendir við innkomuvegnum. Eru tað seinkingar ella forðingar, ið eru orsøkin, ella er politiski viljin til at fremja avtaluna ikki nóg stórur?

 

Á Løgtingi, 11. apríl 2018

 

Heðin Mortensen