Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Landsstýrið fingið tilmæli um eigarapolitikk

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í fingið frágreiðing og uppskot til tilmælir um eigarapolitikk í vinnufeløgum landsins. Frágreiðing og tilmæli, sum ein embætisbólkur hevur gjørt, skal nú hava politiska viðgerð í landsstýrinum.

Eigarapolitikkurin er tilmælir (leiðreglur) um praktisku útinnanina av landsins eigaraleikluti í partafeløgum og líknandi feløgum sum karm um vinnuligt virksemi hjá landinum.

Tilmælir eru um m.a. felagsins almannakunngerðing av upplýsingum um fíggjarlig og onnur viðurskifti og um starvssetan og løn til stjórn og starvsfólk. Lønartreytir skulu verða kappingarførar, men landsins vinnufeløg skulu hinvegin ikki vera lønarførandi.

“Eigarapolitikkurin er eitt neyðugt amboð hjá landsstýrinum. Umsetningurin í ognarlutunum hjá landinum er omanfyri 2,5 mia. árliga og tí ein týðandi táttur í føroyska búskapinum. Vit fara nú at hyggja nærri at tilmælinum og taka politiska støðu til tey, ” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður

Tilmælini fevna um trý høvuðsøkir:

  1. Tilmælir um útinnan av landsins eigaraviðurskiftum,
  2. Ttilmælir um samspælið millum landsstýrismann og vinnufelag
  3. Tilmælir um virkisleiðslu í landsins vinnufeløgum.
  1. Tilmælir um útinnan av landsins eigaraviðurskiftum
    • Karmar fyri útinnanina av landsins eigaraleikluti
    • Landið sum virkin eigari

Landi skal vera ein virkin eigari, og skal samstundis virða meginregluna um armslongd. Avvarðandi landsstýrismaður skal fyri hvørt einstakt vinnufelag lata gera eitt strategiskt eigaraskjal, ið greinar hví landið skal vera eigari, hvat endamálið við felagnum er, yvirskipaða karmin fyri felagið, og fíggjarlig mál og aðrar málsetningar, sum nevndin í samráð við landsstýrismannin hevur sett. Skjalið skal javnan dagførast, og skal tæna sum grundarlag fyri uppfylging í mun til ásettar málsetningar o.a. fyri felagið.

  1. Tilmælir um samspælið millum landsstýrismann og vinnufelag
    • Samskifti millum felag og landsstýrismann
    • Nevndarsamanseting, førleikar og samsýning

Samspælið millum landsstýrismann og vinnufelag skal styrkjast. Tað verður gjørt m.a. við at tað, sum verður væntað av vinnufelagnum viðvíkjandi yvirskipaðu karmum felagsins, verður avstemmað millum landið og vinnufelagið, og við at styrkja krøvini til, hvørjar upplýsingar skulu latast stjórnarráðunum, umframt við skipaðum fundum millum landið og vinnufeløgini

  1. Tilmælir um virkisleiðslu í landsins vinnufeløgum
    • Nevndararbeiðið
    • Dagliga leiðslan
    • Opinleiki og gjøgnumskygniTilmælini um virkisleiðslu samsvara við tilsvarandi tilmælir um virkisleiðslu í børsskrásettum fyritøkum.

Á myndini eru Jóannes Pauli Poulsen, FMR, Kaj Johannesen, SMR, Poul Michelsen, landsstýrismaður, Søren Pram Sørensen, formaður í arbeiðsbólkinum, UVMR, Maria Róin, UVMR og Rúni Rasmussen, LMS. Marner Jacobsen, umboð fyri Vinnustovnin, vantar á myndini.