Landsverk hevur leingi havt greiðar ætlanir liggjandi fyri at loysa avbjóðingarnar við øktu ferðsluni í sambandi við Eysturoyartunnilin, sum koyrandi verður ígjøgnum í 2020.
Innkomuvegurin
Innkomuvegurin til Havnar hevur ligið í kortunum í fleiri ár, orsakað av skjótt vaksandi ferðsluni eftir Hvítanesvegnum. Nýggi Innkomuvegurin er enn meira átrokandi at gera, nú ein nýggj farleið við øktari ferðslu kemur til og úr høvuðsstaðnum.
Teinurin av Innkomuvegnum frá Kaldbaksvegnum til Villingardalsvegin er mettur at kosta 115 mió. krónur. Harumframt eru brúktar umleið 36 mió. krónur til hendan teinin. Ein hóskandi játtan til hetta kundi verið góðar 50 mió. krónur um árið í 2 ár ella knappar 40 mió. krónur um árið í 3 ár, frá 2018-20. Umframt íløguna hjá landinum, hava Tórshavnar kommuna og P/F Eysturoyartunnilin bundið seg til at rinda sínar partar av samlaðu íløguni, svarandi til umleið ávikavist 24 og 30 mió. krónur.
Tá sjálv verkætlanin við Eysturoyartunlinum var til viðgerðar, varð eisini arbeitt eftir tí leisti, at gjøgnumgangandi ferðslan til og úr tunlinum skuldi vera eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Hetta var ein av orsøkunum til, at tunnilsmunnin varð fluttur frá Toftavatni til Rókina, tí væntandi fór bara at vera nærferðsla við hendan munnan. Tað vil siga umframt til og úr bygdunum í Nes- og Runavíkar Kommunum á eystaru síðu. Ein orsøk var sjálvandi eisini at varðveita nátturúvakra økið við Toftavatn.
Gøtudalstunnilin
Tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður talan um eitt sonevnt ferðslulop við einum ferðsluvøkstri á umleið 2.400 akfør um samdøgrið til og úr Havnini. Harumframt broytist alt ferðslumynstrið, soleiðis at tey, sum fyrr hava koyrt inn eftir Skálafjørðinum fyri at koma til Havnar, nú koyra úteftir fyri at koma suður. Tað vil siga at gjøgnumgangandi ferðslan frá akførum í nærumhvørvinum minkar, meðan fleiri koma úr norðurøkinum ávegis til Havnar. Sambært ferðsluframrokningum verður mett, at ferðslan runt roknað veksur 1.000 akfør á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan hon minkar umleið 800 á vestara armi ígjøgnum Skálabotn, um ongar avleiddar verkætlanir verða framdar.
Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar, men við at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, og síðani ein umfaringarveg í Skálabotni, fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar. Kostnaðurin á hesum íløgunum tilsamans er umleið 320 mió. krónur, har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3.200 metrar til longdar, stendur fyri 250 mió. krónum. Eftir hetta verður teinurin millum Gøtudal og tunnilsmunnan á Strondum bert 17 kilometrar. Harafturat slepst undan brekkununum báðumegin Gøtueiði.
Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt tann sama, sum hon altíð hevur verið mótvegis teimum avbjóðingum, sum eru í sambandi við økta ferðslutrýstið orsakað av Eysturoyartunlinum.
Nevniliga, at rættast er at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn, veg um Skálabotn, og fáa ein nøktandi Innkomuveg gjørdan í Suðurstreymi. Best hevði verið, um hesar avleiddu verkætlanir vóru klárar, tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu.
Fakta/myndatekstir:
Myndin ovast í hesi greinini vísir ferðslutøl eftir Skálafjørðinum við einum Gøtudalstunli, meðan niðara myndin herundir (trýst á myndina, so verður hon størri) vísir hesi tøl, um Gøtudalstunnilin ikki verður gjørdur. Tølini eru ávikavist 3.760 og 5.600 akfør um samdøgrið. Tað vil siga, at trýstið eftir eystara armi ígjøgnum long bygd økir sum Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavíkina verður munandi økt. Ígjøgnum síðstnevndu verður talan um 1.840 fleiri bilar um samdøgrið, um Gøtudalstunnilin ikki verður gjørdur.