Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Brúkaraprísirnir farnir 0,9 prosent upp seinasta árið

Savnsmynd 24.fo

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni vøkstur enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,0 prosent.

 

Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan frítíð og mentan og samskifti. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, 3,1 prosent, og eru tað gjøld fyri fíggjartænastur, sum eiga meginpartin av hesum vøkstri. Rúsdrekka og tubbak er farið 2,0 prosent upp, hotell og matveitarar 1,5 prosent og býlisprísirnir 1,4 prosent.

Matvøruprísirnir samanlagt eru farnir 0,4 prosent upp seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at kjøt og fiskur er vorðið dýrari, og grønmeti er vorðið bíligari.

Príslækkingin í nýtslubólkinum frítíð og mentan var 0,6 prosent og í bólkinum samskifti 0,3 prosent.

Lítil broyting seinasta ársfjórðingin
Tað hava ikki verið stórar prísbroytingar seinasta ársfjórðingin, og samanlagt hækkaði brúkaraprístalið 0,2 prosent frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.

Mesti prísvøkstur var í bólkinum býli. Og mesta príslækking í bólkinum klædnavørur og fótbúnaður. Matvøruprísirnir vóru óbroyttir seinasta ársfjórðing.

Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 118,6 samanborið við 118,4 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri einum árið síðan, fyrsta ársfjórðing í fjør, var brúkaraprístalið 117,5.

Prístølini eru dagførd og útgreinað í hagtalsgrunninum her.