Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag sent lógaruppskot um at fáa til vega heimild at einskilja P/F Postverk Føroya til hoyringar.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur seinastu tíðina fyrireikað arbeiðið í samstarvi við nevnd og leiðslu í Posta og saman við Posteftirlitinum. Einskiljingarbólkurin hjá landsstýrinum hevur eisini viðgjørt ætlanina.
“Fyrireikingarnar eru nú lidnar og málið er búgvið at fara til hoyringar,” sigur Poul Michelsen. “Tað er mín fatan, at bæði samgongan og partur av andstøðuni taka undir við uppskotinum. Tilgongdin at selja Posta byrjar eftir Ólavsøku, tá Løgtingið væntandi hevur givið heimild at einskilja. Tíðirnar eru góðar og Posta er í dag ein væl rikin fyritøka, sum óivað hevur fleiri áhugaðar keyparar,” sigur landsstýrismaðurin.
Sama veitingarskylda, sum í dag tryggjar postútbering kring landið, verður áløgd einskilda felagnum. Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst 10 ár.
“Almennu áhugamálini viðvíkjandi postvirksemi eru skipað í postlógini. Tí er ikki neyðugt, at landið eisini eigur fyritøkuna, sum rekur postvirksemið í Føroyum.”
Sambært lógaruppskotinum skal fyritøkan, sum í framtíðini fer at reka postvirksemið, vera føroysk.
“Tað er ikki ætlanin, at einskiljingin skal ávirka postútberingina. Postur er í dag ein lutsfalsliga lítil partur av virkseminum hjá Posta, sum í størri mun er ein logistikk- og flutningsfyritøka í kapping við privatu vinnuna,” sigur Poul Michelsen.
Í 2005 varð Postverk Føroya lagt um til eitt alment partafelag. Raksturin var tungur fyrstu árini, men so líðandi er gongdin vend og P/F Postverki Føroya hevur havt vinning á hvørjum ári síðan 2013. 115 fólk arbeiða hjá Posta, sum í fjør seldi fyri 102 milliónir krónur.
Starvsfólkini á Posta eru kunnað um ætlanina. Flestu teirra eru limir í Starvsmannafelagnum, sum eisini er kunnað.
Til ber at lesa lógaruppskotið her og frágreiðingina um Posta her. Freistin at lata inn hoyringarskriv er 24. mai.