Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Samdir um samstarv eftir Brexit

Bretski fiskimálaráðharrin George Eustice var í morgun á fundi við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum. Teir umrøddu fyrst og fremst handilsviðurskiftini millum Føroyar og Bretland, nú Bretland er á veg úr ES.

Fundurin var ein liður arbeiðinum at tryggja føroysk áhugamál í sambandi við Brexit. At Bretland fer úr ES ber í sær, at londini mugu gera sínámillum handilssáttmála og fiskiveiðuavtalur.

“Vit hava arbeitt miðvíst við Brexit síðan fólkaatkvøðuna, og hava frá fyrsta degi strongt á fyri at fáa ein fríhandilssáttmála við Bretland. Í morgun vóru George Eustice og eg samdir um at styrkja sambandið millum Føroyar og Bretland við einum handilssáttmála, sum gevur okkum betri treytir enn núverandi ES sáttmáli ger,” sigur landsstýrismaðurin.

George Eustice varar eisini av alivinnuni í Bretland og nýtti tí í gjár høvið at vitja Bakkafrost saman við landsstýrismonnunum Poul Michelsen og Høgna Hoydal. Eisini varð vitjað hjá JFK og umborð á Christiani í Grótinum.

“Tað er gagnligt at vinnan eisini fær høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi støðu Føroya og Brexit. Bretland er ein stórur marknaður fyri Føroyar, men nú Bretland gerst sjálvstøðugt strandarland, eru Føroyar sanniliga áhugaverdar fyri Bretland. Tí standa báðir partar til at vinna nógv við at samstarva væl,” sigur Poul Michelsen.

Bretland er trið størsti útflutningsmarknaður hjá Føroyum. Føroyar útfluttu fyri 770 milliónir krónur til Bretlands í fjør; innflutningurin var 270 milliónir.

Poul Michelsen skal mikudagin 25. apríl hitta bretska handilsmálaráðharran Greg Hands í London. Á skrá fyri tann fundin er fríhandilssamstarv millum Bretland og Føroyar eftir Brexit.