Home Fólk & Samfelag Tórshavn ein høvuðsstaður millum aðrar altjóða høvuðsstaðir

Tórshavn ein høvuðsstaður millum aðrar altjóða høvuðsstaðir

by OML

Í Tórshavnar býráði vilja vit gera okkara bý til ein altjóðagjørdan høvuðsstað. Vit skulu gera okkum til reiðar at taka kappingina upp við aðrar býir og høvuðsstaðir. Vit skulu stremba eftir at hýsa altjóða ítróttarkappingum, fleiri ráðstevnur skulu haldast hjá okkum, og so skulu vit samstarva meira við býir aðrastaðni.

Tíðargreinin varð prentað í Sosialinum um vikuskiftið.
Tað er ein veruleiki, at Tórshavnar kommuna er í kapping við onnur býarøki úti í heimi um okkara menniskjaliga tilfeingi. Men umframt hesa kappingina, eru vit eisini ein býur – ein høvuðsstaður – sum natúrliga dregur fólk og áhuga til sín. Og tað er millum annað hesin áhugin fyri Havnini, sum vit skulu duga betur at gagnnýta og duga at fáa sum mest burturúr.

Tað er nógv í løtuni, sum bendir á, at Havnin er áhugaverd fyri ferðandi. Áhugin fyri at halda ráðstevnur er vaksandi, alsamt fleiri altjóða ítróttarkappingar verða hildnar í Havnini og ung hava størri áhuga enn nakrantíð at lesa í Havnini. Tí skal Havnin verða til reiðar at taka hesar avbjóðingar á seg og blanda seg í kappingina við aðrar altjóða høvuðsstaðir. Vit eiga at lyfta okkum upp um bøgarðarnar og kaga út um landoddarnar og við røttum ryggi bjóða okkum fram á jøvnum føti við aðrar høvuðsstaðir.

Vit vilja kappast, og vit vilja samstarva. Tí verður størri dentur lagdur á tey øki, sum røkka út til aðrar býir og altjóðagera høvuðsstaðin, og tí leggja vit okkum eitt nú eina við, at Havnin skal bjóða seg fram at hýsa alsamt fleiri ráðstevnum og altjóða tiltøkum. Í kommununi skulu karmarnir til slíkt verða tøkir, og so er tað upp til privat fyritaksemi, feløg og felagsskapir at fáa ráðstevnur og tiltøk til okkara høvuðsstað.

Samstarv við aðrar altjóða býir
Saman við 40 øðrum borgarstjórum luttók eg í februar mánaði á altjóða ráðstevnu í Ísrael. Ráðstevnan var fyri býir kring allan heim. Saman við borgarstjórum úr heimsins heraðshornum umboðaði eg Havnina. Hetta var ein lærurík og gevandi ráðstevna í allar mátar. Í mínum politiska lívi havi eg tikið lut á mongum altjóða ráðstevnum og verið í mongum samráðingum, men ongantíð havi eg upplivað áhugan fyri Føroyum so stóran sum hesa ferð. Í Ísrael fekk Havnin samstarv í lag við Rochester Hills (Michigan), Peru í Lima og Pireus í Grikkalandi. Talan er gevandi samstarv á økjunum útbúgving, mentan og vinnulív.

Felags fyri hesar býir er, at lesandi úr øllum heiminum ferðast hagar fyri at lesa. Fyri okkum her heima kunnu slíkar samstarvsavtalur fáa enn fleiri lesandi til okkara Fróðskaparsetur, tí møguleikarnir fyri at gerast skiftislesandi gerast fleiri. At Havnin skal verða altjóða lestrarbýur er eitt mál, sum eigur at gerast partur av okkara stevnumiði. Hjá okkum skal lestrarumhvørvið fáa altjóða dám við kveikjandi íblástri frá ungum úr øðrum londum. Politiskt eiga vit at ganga á odda og viðvirka til at knýta neyðug sambond.

Kaga vit rundanum okkum, síggja vit, at lesandi seta sín ríka dám á størru býirnar. Soleiðis eigur tað eisini at verða í Havnini. At fleiri lesandi lesa á Fróðskaparsetrinum er ikki bara gott fyri eitt stimbrandi og mennandi lestrarumhvørvi. Hetta hevur eisini jaligar avleiðingar fyri eitt nú tænastuvinnuna, kaffistovur, matstovur, handlar, ja, fyri nógv av tí, sum ger, at vit eru góð við Havnina.

Tá ið vit politiskt arbeiða við avtalum á altjóða stigi, eru tilgongdirnar mangan sera drúgvar. Eitt nú tekur oftani fleiri ár at fáa fríhandilsavtalur undirskrivaðar. Og tá ið blekkið á undirskrivaðu avtaluni loksins er tornað, verður farið undir at finna útav, hvat slag av samhandli kann verða. Her kann Havnin fáa alt at ganga skjótari. Tí leggja vit fyrst lunnarnar við lokalpolitiskum samstarvi, ber til at skapa neyðug gróðrarlíkindi fyri fríhandilsavtalum á stjórnarstigi, tá ið fyrstu tøkini longu eru tikin. Soleiðis kann lokalpolitikkur og landspolitikkur finna gott felags stev.

Her havi eg eisini hug at nevna afturvendandi stríðið millum høvuðsstaðin og restina av Føroyum. Vit mugu koma víðari. Vit taka á okkum leiklutin sum høvuðsstaður við øllum teimum skyldum, sum ein høvuðsstaður hevur – at vit ganga á odda, at vit eru rúmlig og at vit altjóðagera Havnina.

Havnin “the pearl of the north atlantic”
Flestu ferðafólk, sum koma til Føroya, vitja Havnina á ferðini í Føroyum. Tí verða eisini fleiri gistingarhús bygd í løtuni til tess at nøkta tørvin. Hetta er kærkomið og neyðugt. Og hetta er ein fortreyt fyri, at ferðavinnan kann vaksa og blóma. Sum høvuðsstaður eiga vit at stuðla undir hesa menning.

Her snýr tað seg eisini um at gagnnýta og fáa allar møguleikarnar fram, sum bygdirnar og oyggjarnar í kommununi hava at bjóða.

Fyri jól samtykti Tórshavnar býráð ein ferðavinnupolitikk við 23 átøkum, ið øll hava til endamáls at betra um ferðavinnuna í Havnini. Tó eiga vit at verða tilvitað um, hvørji ferðandi vit helst vilja hava til Føroya. Sambært hagtølum, leggja ráðstevnugestir meiri eftir seg um samdøgrið enn ein vanligur ferðandi. Ráðstevnugestir nýta í miðal 3.000 krónur um samdøgrið – ein vanligur ferðandi nýtir 1.000 krónur.

Fíggjarliga er ferðavinnan somuleiðis styrkt á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráði við 3 mió. kr. í 2018. Havnin hevur ein virkan leiklut í ráðstevnum, sum verða hildnar í Føroyum, og har nógvir útlendskir gestir taka lut. Vit veita eitt fíggjarligt ískoyti til hesar ráðstevnur, tí tær verða hildnar í Havnini. Samstundis nýta vit altíð høvið til at umboða Havnina og kunna um, hvat okkara høvuðsstaður hevur at bjóða.

Her hugsa vit altjóða, men úrslitið sæst aftur í Havnini. Tað sæst aftur í øktum virksemi, og tað sæst aftur í fleiri arbeiðsplássum í vinnuni. Tí er tað at arbeiða fyri, at Tórshavn er ein altjóða høvuðsstaður tað sama sum at skapa grundarlag fyri meira framburði. Tá ið vit í Tórshavnar kommunu eru virkin og seta pening av til ráðstevnur her, eru vit samstundis við til at sáða tað, sum borgarar síðani kunnu heysta av avleiddum virksemi, sum útlendskir gestir leggja eftir sær í býnum.

Ítróttur á altjóða stigi
Eins og tað er við ráðstevnum, geva altjóða kappingar eitt gevandi íkast til býin og tænastuvinnuna. Tí skulu allar útbyggingar á ítróttarøkinum lúka øll altjóða krøv, soleiðis at vit kunna halda altjóða kappingar og dystir á altjóða stigi í Havnini. Umframt at hetta stuðlar ítróttaligari menning her heima og gevur okkara ítróttarfólkum bestu karmar at íðka undir, so gevur hetta eisini býnum ein altjóða dám og eitt avkast til tænastuvinnuna. Í løtuni verður vestursíðan á Tórsvølli bygd, sum fer at gera, at Tórsvøllur fer at lúka øll krøv hjá FIFA, og seinni í ár verður farið undir at leggja langhylin til rættis, ið skal lúka øll krøv frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Vit í Tórshavnar býráði fegnast um øll tey frambrot, ið føroysk ítrótt hevur tikið, og tað er hugaligt at síggja allar íðkararnar, sum hava lyft ítróttina á eitt hægri altjóða stig. Tað er gott at síggja kappingar í flogbólti, síggja hondbóltsdystir, fimleikakappingar, altjóða talvkappingar og aðrar kappingar vera hildnir í høvuðsstaðnum. Tað lyftir ikki bert ítróttin upp, men so sanniliga eisini høvuðsstaðin.

Men samstundis má eg siga, at tað er harmiligt fyri okkum øll, at vit mugu staðfesta, at Høllin á Hálsi ikki lýkur altjóða krøv. Talan er um eina stóra útbygging, og tí mugu vit bara undrast, at hædd ikki er tikin fyri altjóða kappingum.

Høvuðsstaðurin skal taka lut og bjóða seg fram
Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri, at vit vilja ganga fremst til tess at gera Havnina til ein altjóða bý. Vit skulu verða sjónligari úti í heimi, vit skulu verða umboðað til fleiri tiltøk úti í heimi, og vit skulu kenna tað sum okkara ábyrgd, at høvuðsstaðurin fær fleiri og varandi sambond við aðrar býir, politikarar og fólk við ávirkan. Tí fer alt, sum hevur við altjóða uppgávur at gera, at fylla meira í Tórshavnar kommunu. Og her er ferðavinnan ein avgjørdur viðleikari. Tað er okkara ítróttur eisini og somuleiðis góðar avtalur við útbúgvingarstovnar úti í heimi.

Sum ráðstevnan í Ísrael í februar bar boð um, loysir tað seg at tosa við aðrar leiðarar í býum aðrastaðni. Eg kenni frá egnum royndum, at virðingin fyri okkum økist, tá ið vit taka lut og bjóða okkum fram. Nú er stundin komin til, at Tórshavn av álvara bjóðar seg fram, og at vit vísa okkum at vera ein høvuðsstaður millum aðrar altjóða høvuðsstaðir.

Annika Olsen
Borgarstjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.